Ætla at trekkja eina tonn úr arbeiðsgevarum

Eftir tí, løgtingslimir siga í dag, hava arbeiðsgevararnir lumpað eitt fakfelag í samráðingum fyrr í ár

Øll skulu hava rætt til feriu í MINST fimm vikur í feriu um árið. Tað er endamálið við einum uppskoti hjá Javnaðarflokkinum, sum Løgtingið viðger í dag.

 

Sum tað er í dag, stendur í lógini er, at øll hava rætt til feriu í fimm vikur. Fleiri fakfeløg hava samráðst seg til at fáa feriu í eina viku afturat. Men tá ið S&K felagið royndi tað sama fyrr í ár, vóru boðini frá Arbeiðsgevarunum, at vit hava eina løgtingslóg um frítíð og eftir henni hava fólk rætt til fimm vikur summarfrí.

 

Og so leingi hendan lógin er galdandi, ætla arbeiðsgevararnir at halda fast um tað. Skal talan vera um longri feriu, er neyðugt at Løgtingið broytir lógina, vóru boðini frá arbeiðsgevarunum. Sostatt tulka arbeiðsgevararnir tað soleiðis, at Løgtingið hevur samtykt, at ferian skal vera fimm vikur, og hvørki meiri ella minni. Og skal tað broytast krevst tað eisini, at Løgtingið broytir lógina.

 

Men løgtingslimir eru samdir um, at her hevur Arbeiðsgevarafelagið brúkt eina grundgeving, sum einki hald er í og sostatt hava teir lumpað S&K. Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sum eisini er løgfrøðingur, sigur, at uppskotið hjá Javnaðaflokkinum fer ikki at broyta tað allarminsta. Hann sigur, at tá ið tað stendur í lógini, at øll hava rætt til feriu í fimm vikur, er tað eitt minstakrav, og tað stendur fakfeløgunum frítt fyri at samráðast um longri feriu - og tað eru tað eisini nøkur, sum hava gjørt.

 

Hann sigur eisini, at tað ber eisini til hjá fakfeløgum, at keypa sær feriu í eina viku longri.

 

Eisini Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og somuleiðis løgfrøðingur, er samdur í, at fimm vikur í feriu er eitt minstakrav. Men hann sigur, at dømi við S&K felagnum vísir, at arbeiðsgevararnir brúka løgtingslógina sum jarnbrot fyri at forða fyri, at limirnir í S&K fingu longri feriu. So fyri at beina allan iva burtur, vil Javnaðarflokkurin seta í lógina, at øll hava rætt til feriu í MINST fimm vikur.

 

Sostatt er endamálið at trekkka eina tonn úr Arbeiðsgevarafelagnum, so at teir kunnu brúka hesa grundgevingina aftur. Tinglimir halda eisini, at tað eru als ikki øll, sum hava ráð til at keypa sær meiri feriu og sostatt missa løn í eina viku.

 

Aðrir løgtingslimir eru eisini samdir í, at hetta er eitt minstakrav. Men teir halda ikki, at tað er rætt at Løgtingið skal broyta eina lóg, bara tí at arbeiðsgevarar tulka hana skeivt - og eitt fakfelag trúði upp á tað.

 

Tað er eisini eitt sjónarmið, at eftirsum løgtingslimir eru samdir um, at fimm vikur er eitt minstakrav, er einki í vegin fyri at seta í lógina, so at at tað stendur, at ferian er minst fimm vikur, tí uppgávan hjá Løgtinginum er at gera lógina so greiða sum gjørligt.

 

Mest lisið