Aiways U5 - stórur elbilur frá Berg Motors

Enn ein elbilur kemur nú á føroyska marknaðin. Talan er um kinesiska Aiways U5, sum er ein spennandi bilur við nútímans designi og er sera væl útgjørdur.

 

 

 

Bilurin verður frumsýndur hjá Berg Motors leygardagin hin 3. juli, sum er í morgin.

 

Aiways U5 er ein væl útgjørdur SUV við plássi til alla familjuna. Hann er gjørdur til at verða seldur til marknaðir í øllum heiminum. 

Eins og fleiri av nýggju elbilunum er Aiways U5 uppbygdur sum elbilur frá botni av. Við battarínum í botninum er tyngdipunktið lágt, og bilurin hevur sera góðar og tryggar koyrieginleikar.

 

U5 hevur fimm ára garanti og 8 ára garanti upp á battaríið. 

 

##med2##

 

Aiways U5 er rættiliga kvikur. Hann koyrir úr 0-100 km/t eftir 7,8 sekundum, hevur 204 hk og koyrir 400+ kilometrar upp á eina løðing. 

Bilurin er ein rúmligur 5-persónabilur. Hann er stórur, har er høgt til loftið og sera gott beinpláss. Viðførisrúmið er 432 litrar. Eisini er eitt lítið rúm undir motorhjálminum til káplar og annað, sum hoyrir einum elbili til.

Innan er bilurin sum ein framtíðarbilur við trimum skíggjum framman fyri rattið og einum stórum skíggja í miðjuni, umframt at bilurin hevur touch-panel til klimaskipanina.

 

Tað er lætt at fylgja við øllum sum gongur fyri seg undir koyring.   

 

##med3##

 

U5 fæst í tveimum útgávum hvat útgerð viðvíkur: Plus og Premium, sum hevur t.d. leðurkabinu, elektriskt panoramasóltak, elektriska baklúku við fótsensor, 19” alufelgur, hita í forsetrunum og myrkt tónaðar bakrútar, sjálvvirkandi parkeringshjálpara, LED-lyktir, aut. 2-sonu klimaskipan, ambientljós og annað.

Leygardagin 3. juli hevur Berg Motors opið hús, har høvið verður at síggja og royna bilin.

 

- Vit hava tveir bilar á goymslu og fleiri eru á ávegis, sigur Heini V. Olsen seljari hjá Berg Motors.

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

 

Mest lisið

Heini V. Olsen seljari hjá Berg Motors við nýggju Aiways U5 elbilunum.