Brandur og Hallur eru á miðjuni

Aftur í kvøld er Teitur Matras Gestsson millum føroysku stólparnar

Tað hevur stóran týdning, at Brandur Hendriksson Olsen aftur í kvøld er sentralur miðvallari

Tað hevur stóran týdning, at Brandur Hendriksson Olsen aftur í kvøld er sentralur miðvallari

Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har Richardo de Burgos verður 23. maður á vøllinum.

 

Upp undir dystin hevur verið tosað um, hvønn leiklut lyklaspælararnir, sum spæla í útlendskum feløgum, fara at eiga í kvøld. Nú er tað greitt, at Brandur Hendriksson Olsen og Hallur Hansson eru millum teir fyrstu ellivu, og at Jóan Símun Edmundsson er millum teir, sum sita á beinkinum.

 

Leygarkvøldið var málverjin Teitur Matras Gestsson besti maður á føroyska liðnum. Tí er tað ikki óvæntað, at hann aftur í kvøld er málverji, meðan Gunnar Nielsen, sum nógvu tey seinastu árini hevur verið mest sum sjálvskrivaður málverji, aftur í kvøld er á beinkinum frá dystarbyrjan.

 

Vongverjin í vinstru Daniel Johansen er fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu.

 

Sonni Ragnar Nattestad er skaðadarvaður í hælsinuni, og Jóan Símun Edmundsson hevur verið forkølaður. Hann er tó klárur at verða skiftur inn, um tað verður mett at vera neyðugt. 

 

Fremsti maður í kvøld er Klæmint A. Olsen, sum higartil hevur skorað sjey mál á landsliðnum. Hann skoraði tvey fyrr í ár, tá ið Føroyar á heimavølli vunnu 5-1 í vinardysti ímóti Liktinstein. Í fjør skoraði hann trý mál í Nations League í tveimum dystum ímóti Andorra og eitt mál í Nations League ímóti Malta. Føroyar vunnu dystirnar ímóti Andorra 2-0 á heimavølli og 1-0 á útivølli og 3-2 á heimavølli ímóti Malta.

 

Í 2019 skoraði Klæmint A. Olsen føroyska málið, tá ið Føroyar í EM undankappingardysti taptu 4-1 á heimavølli ímóti Spania.

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø, Daniel Johansen – Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen, Meinhard E. Olsen – Klæmint A. Olsen

 

Mest lisið

Tað hevur stóran týdning, at Brandur Hendriksson Olsen aftur í kvøld er sentralur miðvallari