Danmark er langt framman fyri Føroyar við koppseting

Í Danmark eru tey liðug at koppseta 72,6 prosent av fólkinum. Hóast somu atgongd til koppingarevni, so eru bara 65 prosent í Føroyum liðugt koppsett.

Slakar 4,3 milliónir av dønum eru liðugt koppsettir. Yvir 75 prosent av fólkinum hevur fingið fyrra prikið við koronukoppingarevni, vísa tøl frá Statens Serumsinstitut.

 

Í Føroyum vísa tøl frá Heilsumálaráðnum, at bara 68,9 prosent av føroyingum hava fingið fyrra prikið, og 65 prosent tað seinna.

 

Tað er munandi minni enn í Danmark, tó at vit hava júst somu atgongd til koppingarevni, sum danir. Føroyar fáa sín lutfalsliga part av koppingarevni - umleið eitt prosent av tí, sum er tillutað Danmark.

 

Ein kanning hjá Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum vísir, at veljarar hjá Miðflokkinum eru tey, sum eru trekast at lata seg koppseta. Einans 60 prosent av teimum siga í kanningini, at tey fara at lata seg koppseta.

 

Formaður Miðfloksins, Jenis av Rana, er eisini farin beint ímóti koppsetingarpolitikkinum hjá løgmanni og landsstýrinum við alment at boða frá, at hann fer ikki at lata seg koppseta.

 

Í mun til veljarar hjá Miðflokkinum, so siga 92 prosent av teimum, sum velja Tjóðveldi, at tey fara at lata seg koppseta. 91 prosent av teimum, sum velja Javnaðarflokkin siga tað sama, og 89 prosent av teimum, sum velja Sambandsflokkinum. Hjá Fólkaflokkinum er talið 83 prosent, hjá Framsókn 78 og hjá Sjálvstýrinum 64 prosent.

 

Mest lisið