Eg fegnist um at vera nr 1

1. januar í fjør fekk Sp/F Bilrøkt umboðið upp á koreansku Kia bilarnar. Og sølan hevur gingið strúkandi. Kia er í dag mest seldi bilur í landinum

– Tað sum er mest umráðandi fyri okkum, er at kundin kennir seg væl, og at hann er tryggur við at keypa bil frá okkum.

 

Tað sigur Jákup á Borg, sum er stjóri í Sp/F Bilrøkt, og sum stovnaði felagið fyri 16 árum síðani.

 

Hann er fegin um, at tað hevur gingið so væl hjá fyritøkuni at selja bilar, síðani tey gjørdust ein beinleiðis bilasøla við egnum umboðum í fjør. Umframt koreansku Kia, so umboðar Sp/F Bilrøkt eisini kinesisku MG bilarnar.

 

– Vit royna at leggja dent á at hava innbjóðandi høli, soleiðis at kundin skal kenna seg væl, og vit eru sera fegin um at fáa fólk inn á gólvið. Men uttan góðu starvsfólkini, so hevði tað als ikki borið til at rokkið tí, vit hava við virki okkara. Tíma starvsfólkini væl, so merkir kundin tað eisini, sigur Jákup á Borg.

 

– Vit eru sum ein stór familja, og eg royni eisini at reka virkið sum eina familju, eins og eg plagdi at gera í fótbóltinum. Øll eru kanska ikki samd við mær í, at tað er rætti mátin. Men tað haldi eg, sigur Jákup.

 

Fyritøkan Bilrøkt byrjaði við reingerð av bilum og við at selja brúktar bilar.

 

– Eg sá fyri mær, at vit fóru at víðka virksemið. Eg var í starvi sum sølumaður hjá Føroya Bjór og segði tað starvið frá mær – uttan at hava nakað annað at fara til. Eg vildi sleppa at royna okkurt sjálvur, sigur hann.

 

Felagið var fyrstu árini í leigaðum hølum, men keypti bygningin í Stiðjagøtu í 2008. Tá var virksemið víðkað til bilverkstað. Síðani øktist virksemið við leigubilum, rustviðgerð og flutningshjálp eisini.

 

Tað skulu nógvir ymsir førleikar til, á einum virki sum Bilrøkt. Har er verkstaður við mekanikarum, goymsla við góðum og royndum goymslufólki, bilsøla við dugnaligum seljarum, reingerð og lakkforsegling, umsiting og leiðsla.

 

Men tá tey á Bilrøkt í fjør fingu umboð upp á bæði Kia og MG, flutti fyritøkan á heilt annað støði.

 

– Nú máttu vit hava nýtt fokus, og tí máttu vit byggja nýggjan bygning, sum kundi hýsi eini nútímans bilasølu, greiðir Jákup á Borg frá.

 

Og hann er sera fegin um nýggja bygningin.

 

– Eg elski at koma til arbeiðis í hesum flotta bygninginum hvønn morgun tíðliga. Eg møti altíð fyrstur, og tað er fantastiskt at koma inn her og síggja allar teir vøkru bilarnar hvønn morgun, sigur Jákup smílandi. Hann viðmerkir tó, at pápin, Heini á Borg, tó altíð er beint í hølunum á honum, tí hann er eisini morgunmaður.

 

Umramt leigubilar, so bjóðar Bilrøkt eisini sum teir einastu VIP koyring – at koyra við »fínum fólki«, tað verið seg, tá almennar vitjanir eru av ymsum slag, kendir tónleikarar ella ríkfólk, sum koma til Føroya við privatflogfari.

 

– Koma nógv slík fólk hendanvegin?

 

– Ja, vit hava mangan koyrt við fólki, sum koma higar við egnum flogfari fyri at eta á Koks. Tey steðga kanska einar tveir dagar, og so leiga tey fínar bilar frá okkum við bilførar og verða koyrd, hagar tey skulu, sigur Jákup á Borg, sum sjálvur dámar væl sjálvur at vera bilførari við slík høvi.

 

– Mær dámar væl at gera okkurt heilt annað inn í millum, og VIP koyring er fínt høvi til tess, sigur hann.

 

 Við seinastu uppgerð hjá Akstovuni 1. august hevði Bilrøkt selt 193 Kia bilar í ár. Tað eru 24 bilar fleiri enn næsti kappingarneytin. Hóast Jákup kundi hugsað sær frægari sølu í august, so er hann sannførdur um, at Kia eisini er nummar eitt, tá august mánaður er farin aftur um bak.

 

Mest lisið