Einki mál á Tórsvølli

Málmøguleikarnir hava verið fáir í regninum á Tórsvølli

Tað hevur regnað tað mesta av fyrra hálvleiki, og máltalvan sigur, at tað framvegis er málleyst, nú føroysku spælararnir saman við mótstøðumonnunum í Moldova fara at hvíla seg og leggja ráð um, hvussu farast skal fram í seinna hálvleiki.

 

Tað mesta hevur gingið fyri seg millum brotsteigarnar báðar, og tað hava ikki verið so nógvar spentar støður í brotsteigunum báðum.

 

Tað eydnaðist Meinhardi E. Olsen eftir langa framlegging at fáa bóltin framvið málverjanum og í málið, men tað varð kolldømt fyri rangstøðu. Størsta føroyska møguleikan fekk Odmar Færø eftir fríspark úr høgru frá Brandi H. Olsen. Odmar var í góðari støðu, men tað eydnaðist honum ikki at stýra bóltin í málið.

 

Lítla løtu eftir var um reppið, at Moldova skoraði, eftir at Brandur H. Olsen misti bóltin á aftasta triðingi. Teitur Matras Gestsson bjargaði væl.

 

Spurningurin er nú, um føroyska liðið fer at broyta uppstilling, og nær eitt nú Petur Knudsen fer at verða skiftur inn. Klæmint A. Olsen hevur ofta verið í so einsamallur í brotsteiginum, og neyvleikin í innleggunum hevur ikki verið nóg stórur.

 

Føroyar – Moldova (0-0) kl. 19.45

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø, Daniel Johansen – Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen, Meinhard E. Olsen – Klæmint A. Olsen

 

Mest lisið