Eldur kyknaði umborð á Norrønu

Eingin fekk skaða, tá tað um 15 tíðina í dag kom eldur í umborð á Norrønu, sum lá við bryggju á Seyðisfirði í Íslandi.

Tað skrivar íslendska ríkisútvarpið, RUV.

Løgreglan varð boðsend klokkan 15:05, og løgregla og sløkkilið komu alt fyri eitt á staðið. 

Tað upplýsir Kristján Ólafur Guðnason, løgregluovasti.

Nakað av royki kom úr skipinum, sum tað sæst á myndini, og fólk vóru evakuerað av skipinum alt fyri eitt.

Stutt fyri klokkan fýra var eldurin sløktur. 

Skaðin á skipið og hvør orsøkin var til eldin, verður kannað í løtuni.

Men hildið verður, at eldurin kyknaði í einum av ljósmotorunum á skipinum.

Manningin er farin umborð aftur, men ikki ferðafólkið, veit RUV at siga.

 

Sambært íslendska Morgunblaðnum, so megnaði manningin at sløkkja eldin, sum var í maskinrúminum, áðrenn sløkkiliðið kom á staðið. Blaðið veit eisini at siga, at skaðin á skipið er ikki stórur.

 

Mest lisið