Her kemur Finnur Fríði inn eftir Trongisvágsfirði. Veiðan verður løgd upp til Varðan Pelagic. Mynd: Fríði Potts.

Makrelurin ikki verið nakað ævintýr

- Vit leitaðu í gjár, og vit hava leitað í dag. Nú sær út til, at okkurt er at síggja, og vit eru í holt við at kasta, sigur Aksel Mikkelsen, skipari á Finni Fríða.

 

 

Her kemur Finnur Fríði inn eftir Trongisvágsfirði. Veiðan verður løgd upp til Varðan Pelagic. Mynd: Fríði Potts.

Her kemur Finnur Fríði inn eftir Trongisvágsfirði. Veiðan verður løgd upp til Varðan Pelagic. Mynd: Fríði Potts.

Í løtuni eru føroysku uppsjóvarskipini, sum fiska makrel, bæði í føroyskum og norskum sjógvi. Fiskiskapurin er misjavnur, og tað fer nógv tíð til at leita og sigla. 

 

Aksel Mikkelsen, sum er skipari á Finni Fríða, sigur, at teir í løtuni eru í norskum sjógvi, har Finnur Fríði saman við øðrum skipum hjá Varðanum samstarva um fisking og sigling.

- Vit hava fyrst verið í altjóða sjógvi, har vit fyltu upp í Jupiter, sum fór til lands við umleið 900 tonum. Hetta tók umleið hálvt annað samdøgur.

 

Skiparin sigur, at teir í løtuni eru í norskum sjógvi, har teir arbeiða saman við hinum skipunum hjá Varðanum, Tróndi í Gøtu, Tummasi T og Gøtunesi. 

 

- Vit leitaðu í gjár, og vit hava leitað í dag. Nú sær út til, at okkurt er at síggja, og vit eru í holt við at kasta.

 

Aksel Mikkelsen sigur, at tá fiskiskapurin ikki er betri, enn hann hevur verið higartil í vertíðini, er umráðandi, at skip eru við, sum kunnu sigla til lands við veiðini.

 

- Um vit ikki gjørdu soleiðis, høvdu skipini siglt til lands við lutfalsliga smáum nøgdum. Alternativið hevði verið, at fiskurin verður gamal, og tað gongur ikki, tí vit vilja sjálvsagt landa alt til matna.

 

Skiparin veit at siga, at nú teir fiska í norskum sjógvi, siga norskar reglur, at fiskurin skal bjóðast út á uppboðssølu har, soleiðis at allir hava sama møguleika at bjóða - eisini føroyskir keyparar.

- Soleiðis skal makrelurin, sum nú verður veiddur í norskum sjógvi, bjóðast út á marknaðinum.

Spurdur, um hetta kann fara at geva ein betri prís, sigur skiparin á Finni Fríða, at tað er ikki óhugsandi.

- Prísurin, vit hava fingið higartil, hevur annars verið á einari leið. Men, tað vil altíð vera soleiðis, at fiskimaðurin ynskir sær meira, leggur hann aftrat.

 

Um gongdina við makrelveiðini higartil í heyst, sigur skiparin á Finni Fríða, at fiskiskapurin ongantíð veruliga er byrjaður, men hann sigur seg vóna, at fiskiskapurin verður betur so hvørt, sum heystið gongur.

- Tað merkist týðiliga, at minni er at fáa av makreli í heyst, enn tað hevur verið tey árini, tá fiskiskapurin var bestur, sigur Aksel Mikkelsen, skipari.

 

##med2##

 

 

Mest lisið

Her kemur Finnur Fríði inn eftir Trongisvágsfirði. Veiðan verður løgd upp til Varðan Pelagic. Mynd: Fríði Potts.

Finnur Fríði á veg á Tvøroyri við góðari last. Mynd: Fríði Potts.