Fara at bjóða nøkrum føroyingum eina sproytu afturat fyri korona

Men tað er IKKI klárt at seta í verk enn

Í Danmark hava myndugleikarnir gjørt av at bjóða ávísum bólkum eina sproytu afturat fyri koronu. Hetta eru fólk, sum longu hava fingið tvær sproytur, men nú stendur teimum eisini í boði at fáa eina sproytu afturat fyri at verja seg betur.

 

Men hetta er bara galdandi fyri fólk, sum hava serliga ringa órinsverju av sjúku, ella tí at tey eru í serligari viðgerð fyri krabbamein, ella aðrar sjúkur.

 

Í Føroyum plagdu vit fylgja tilmælunum frá heilsumyndugleikunum í Danmark, og Tummas í Garði, limur í koppsetingarbólkinum, sigur, at tað fer eisini at vera galdandi í Føroyum, at summir bólkar fara at fáa tilboð um at fáa ta triðju sproytuna fyri koronu.

 

Men hann sigur, at tað er ikki klárt at seta hetta í verk enn, men tað verða helst ikki nógvir dagar, áðrenn ávísir føroyingar eisini fara at fáa hetta tilboðið.

 

Hann sigur, at orsøkin til, at tað ikki er klárt enn, er, at greiða er ikki fingin á, hvussu tað skal skipast, um fólk skulu fáa boð um tað, ella hvussu tað skal gerast.

 

 

 

Mest lisið