FM1: Hevur ikki upplivað slíkan stuðul til eitt lið áður

(FM1) Ein fegin og takksamur landsliðsvenjari dregur fram Skansan og føroysku áskoðararnar sum nakað heilt serstakt

##med2##

 

- Eg havi ongantíð áður upplivað ein slíkan stuðul til eitt lið. Eg hevði bara hoyrt um stuðulin hjá Skansanum og sæð okkurt á sjónvarpsupptøkum, tí var hetta fantastiskt at uppliva fyri meg. Orðini eigur landsliðsvenjarin, Håkan Ericsson aftaná sera týdningarmikla 2-1 sigurin á Moldova á Tórsvølli í kvøld.

 

- Tað var ein partur av fyrireikingunum, at vit kundu skifta frá 4-5-1 og til 4-4-2, og tað vísti seg at hava avgerandi týdning, staðfestir Håkan Ericson í samrøðu við FM1. Eg og hinir kring liðið fegnast í kvøld saman við spælarunum og føroyska fótbóltsheiminum. Vit vóru vónbrotnir eftir tapið ímóti Ísrael, og eftir tepra tapið ímóti Danmark vóru vit vónbrotnir og samstundis ernir av avrikinum. Sigurin í kvøld er søtur, og hann er staðfesting av, at tað gongur rætta vegin, sigur Håkan Ericson.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Håkan Ericsson aftaná dystin á Tórsvølli. 

 

Føroyar – Moldova 2-1 (0-0)

 

1-0: Klæmint A. Olsen 67.

 

2-0: Heini Vatnsdal 71.

 

2-1: Milinceanu 84.

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø (Jákup B. Andreasen, 65.), Daniel Johansen – Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen (Hørður H. Askham, 86.), Meinhard E. Olsen (Jóan Símun Edmundsson, 65.) – Klæmint A. Olsen (Andreas Lava Olsen, 86.)

 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Teitur Matras Gestsson, Brandur H. Olsen og Sølva Vatnhamar. 

 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum og dystarendanum. Hoyr eisini hann og viðmerkjaran, Jens Martin Knudsen taka samanum týdningarmikla sigurin. 

 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig hevði við føroysku málskjúttarnar, Klæmint A. Olsen og Heina Vatnsdal. 

 

 

 

Mest lisið