FM1: ÍF er í kreppu og 07 Vestur er fyribils "Best of the Rest"

(FM1) Hoyr sigursmálskjúttan hjá 07 Vestur, Høgna Egilstoft Nielsen og ÍF-venjaran, Agnar Prestá seta orð á 2-1 sigurin 07 Vestur vann í Fuglafirði

##med2##

 

Tað peikar hvør sín veg hjá 07 Vestur og ÍF.  ÍF hevur ikki vunnið dyst í Betrideildini síðani 16. mai tá teir vunnu 2-1 á EB/Streymi á heimavølli. 07 Vestur hevur við 2-1 sigrinum á ÍF í Fløtugerði í Fuglafirði í dag vunnið tríggjar teir seinastu dystirnar í Betrideildini, og teir eru nú fyribils "Best of The Rest", og liggja á sætta plássi við 20 stigum, átta stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, har ÍF hevur 12 stig.

 

ÍF-07 Vestur 1-2 (1-1)

 

1-0 Sjálvmál (26.)

 

1-1 John Fagerström (40.)

 

1-2 Høgni Egilstoft Nielsen (61.)

 

Sigursmálskjúttin hjá 07 Vestur, Høgni Egilstoft Nielsen og ÍF-venjarin, Agnar Prestá eru samdir um, at ÍF hevði ikki hepnið við sær í dag, men heldur var tað 07 Vestur sum hevði avgerandi smálutirnar við sær, men tað forðar ikki Høgna at stórfegnast um sigurin.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra stuttu samrøðurnar "Triði Hálvleikur" á FM1 gjørdi við Høgna Egilstoft Nielsen og Agnar Prestá. 

 

Mest lisið