FM1: Samrøður við málskjúttarnar Klæmint og Heina

(FM1) Hoyr føroysku málskjúttarnar, Klæmint A. Olsen og Heina Vatnsdal seta orð á málini og á sigurin

##med2##

 

Klæmint A. Olsen legði seg undir liðina á Una Arge á tí søguliga landsliðsmálskjúttaralistanum, tá hann legði Føroyar á odda 1-0 móti Moldova. Teir hava báðir skorað átta mál fyri Føroyar. Klæmint hevur eitt mál upp til Toda Jónsson og tvey mál upp til Rógva Jacobsen. Heini Vatnsdal skoraði sítt fyrsta mál fyri Føroyar í kvøld, og sigast má, at hann valdi løtuna væl við at økja til 2-0 til Føroyar. Tað málið kom væl við, tá Moldova við einum hepnum máli skoraði til 2-1.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við fyrra málsskjúttan, Klæmint A. Olsen. Klæmint er sera fegin um framúr góða innleggið hjá Halli Hansson, ið gjørdi tað lutfalsliga lætt at stúta bóltin inn. Klæmint sigur seg ikki bevíst fara eftir nøkrum málmeti á landsliðnum. Klæmint er bara takksamur fyri hvønn landsdyst hann sleppur at spæla. 

 

2) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við seinna málskjúttan, Heina Vatnsdal sum er sera fegin um at hava skotið fyrsta málið fyri Føroyar. Bæði Heini og Klæmínt undirstrika við gleði tann stuðulin og uppbakkningin føroysku spælararnir fingu frá Skansanum og áskoðarunum á Tórsvølli. 

 

Føroyar – Moldova 2-1 (0-0)

 

1-0: Klæmint A. Olsen 67.

 

2-0: Heini Vatnsdal 71.

 

2-1: Milinceanu 84.

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø (Jákup B. Andreasen, 65.), Daniel Johansen – Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen (Hørður H. Askham, 86.), Meinhard E. Olsen (Jóan Símun Edmundsson, 65.) – Klæmint A. Olsen (Andreas Lava Olsen, 86.)

 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum og dystarendanum. Hoyr eisini hann og viðmerkjaran, Jens Martin Knudsen taka samanum týdningarmikla sigurin. 

 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Teitur Matras Gestsson, Brandur H. Olsen og Sølva Vatnhamar. 

 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við landsliðsvenjaran, Håkan Ericsson. 

 

Mest lisið