Tað hendir nógv í Vági leygardagin

Leygardagin verður stórt familjutiltak á havnalagnum í Vági, tá gamla sluppin - Johanna TG 326 - verður karmur um ein maritiman dag.

 

Á Johannu-degnum verður ymiskt spennandi og forvitnisligt, sum kann knýtast at havinum. 

Á Johannu-degnum verður ymiskt spennandi og forvitnisligt, sum kann knýtast at havinum. 

Á skránni verður ymiskt spennandi og forvitnisligt, sum kann knýtast at havinum. 

 

Tað er nakað síðan, at vágbingar boðaðu frá hesum degi, og nú hava tey lagt eina skrá fyri dagin, sum byrjar klokkan 11 leygarmorgunin, tá áhugafelagið Sjódypp bjóðar øllum, bæði royndum og óroyndum, at royna havsvimjing uttan fyri pierin í Vági.

 

Tá farið er um middag, verða gomlu grindabátarnir flotaðir á fjørðinum, og frá klokkan 14 verða ymisk tiltøk á havnalagnum, har Johanna TG 326 og M/S Thorshavn hava opið skip.

 

Brimil kemur eisini til Johonnudagin, og har verður opið skip frá klokkan 14 til 17. Actionboat, sum tað verður rópt, verður á fjørðinum við ymiskum undirhaldi, og eisini verður møguligt at leiga kajakkir. Á bryggjuni verður eisini hoppiborg og kør við livandi djórum.

 

Togtogan verður við Smyrla-bryggjuna og djúphavnina klokkan 14.30, har taparar enda í bátahylinum, og seinnapartin leygardagin sleppa børnini á skattajakt.

 

Stórt vatnkríggj verður á vánni og við bryggjuna klokkan 16, og í vatnkrígnum luttaka Brimil, Sløkkiliðið í Vági, Johanna og almenningurin.

 

- Í samband við vatnkríggið heita vit á øll, sum eiga bátar, um at koma út á fjørðin at luttaka í krígnum. Er tað onkur, sum hevur pláss í bátinum, er bara at bjóða fólki, sum verður á havnalagnum, umborð.

 

Lagt verður í hesum sambandi aftrat, at fólk eru vælkomin at taka vatnpistól við, og er ynski um at sleppa í bátar, er bjargingarvestur eitt krav.

 

Johanna TG 326 tendrar grillina á havnalagnum klokkan 17, og her verður høvi at keypa sær vælsmakkandi Johonnu-búffarnar. Tá kvøldið nærkast, verður felagssangur í tjaldinum, og klokkan 22 verður bryggjudansur í tjaldinum við Hans Jacob Hjelm.

 

Umframt spennandi skránna, so verður opið sum vanligt í Vági, har handlarnir lata upp klokkan 10 leygarmorgunin, og Páls Høll letur upp klokkan 11. Matstøðini í Vági bjóða øllum inn til eina betri máltíð.

 


 

 

Mest lisið

Á Johannu-degnum verður ymiskt spennandi og forvitnisligt, sum kann knýtast at havinum.