FSF: Komnar á mál við Venjaraleiðini

Síðsti partur av Venjaraleiðini varð avgreiddur um vikuskiftið, og luttakararnir hava nú fingið prógv

Leygarkvøldið gjørdist søguligt á venjaraútbúgvingarøkinum hjá Fótbóltssambandi Føroya. Stutt áðrenn landsdystin hjá monnunum á Tórsvølli, fingu luttakararnir á Venjaraleiðini prógv fyri lokið venjaraskeið, skrivar FSF.

 

Talan er um 19 kvinnur, sum hava tikið B2 og B3 í einari serligt skipaðari tilgongd, sum upprunaliga var partur av ætlaða EM endaspælinum fyri U17 gentur. Hóast endaspælið bleiv avlýst, varð avgjørt at halda fast í fleiri av átøkunum, og eitt av hesum var júst Venjaraleiðin.

 

Átakið byrjaði við einum vikuskifti í februar, og síðan tá hava luttakararnir eisini verið savnaðar um mánaðarskiftið apríl/mai og so aftur nú, fyrst í september. Í samband við hetta seinasta modulið, hava dystir og venjing hjá A-landsliðnum við monnum verið ein partur av undirvísingartilfarinum, og hesum hava luttakararnir latið sera væl at.

 

– Tað hevur verið ótrúliga læruríkt at tikið skeiðini á Venjaraleiðini, og eg eri eisini glað fyri at hava lært hinar luttakararnar at kenna, tí nú hava vit onkursvegna skapað okkum eitt netverk við kvinnuligum fótbóltsvenjarum, og tað hevur kanska manglað eitt sindur, tí tað finnast so fáar, sigur Maibritt Olsen, ein av luttakarunum.

 

Hesum tekur tekniski stjórin hjá FSF, Pætur S. Clementsen undir við henni í.

 

– Tað er ikki bara søguligt í føroyskum høpi, tí okkara norðurlendsku grannar hava eisini verið bergtiknir, tá vit hava greitt teimum frá átakinum, tí hini londini hava eisini stórar avbjóðingar við at fáa kvinnur at taka venjaraútbúgvingar. Nú kunnu vit so staðfesta, at hetta átakið hevur eydnast væl, og kvinnur onga orsøk hava til at halda seg aftur, sigur Pætur Clementsen.

 

Luttakararnir umboða átta ymisk feløg, og tær hava nú møguleika fyri at fara víðari á B4 venjaraskeið, tá hetta verður boðið út næsta ár.

 

Hesar hava luttikið á Venjaraleiðini:

 

Anna Maria Sloan, AB

 

Kristina D. Simonsen, AB

 

Paula Neshamar Thomassen, AB

 

Rannvá Poulsen, AB

 

Andrea Bergitta Isaksen, B36

 

Arnbjørg Danielsen, B36

 

Súsanna Maria Hansen, B36

 

Rakul Maria Johannesen, B36

 

Fríðgerð Selfoss, B71

 

Elin Maria Isaksen, HB

 

Julia Helena Dal Henriksen, HB

 

Rebekka Benbakoura, HB

 

Rebbeka J. Olsen, ÍF

 

Elisabet Vang, KÍ

 

Anitha á Dalinum, KÍ

 

Rúna Nón Bjartalíð, KÍ

 

Edit Simona Vidtfeldt, MB

 

Durita Svensdóttir, Víkingur

 

Maibritt Olsen, Víkingur

 

Pætur S. Clementsen, Jógvan Martin Olsen, Eyðun Klakstein, Eli N. Leifsson, Eli Hentze, Lene B. Terp, Jákup Mikkelsen og Pauli Poulsen hava verið undirvísarar á Venjaraleiðini.

 

Mest lisið