Fyrireika fleiri hundrað bústaðir í Suðurstreymoy

Borgarstjórin í Havn ivast ikki í, at tey klára at nøkta tørvin á bústøðum

Hesi næstu árini verða hundraðtals bústaðir afturat í Tórshavnar Kommunu. Tað er Heðin Mortensen, borgarstjóri, sannførdur um. Í einum uppslagi á heimasíðuni hjá kommununi er hann eisini sannførdur um, at tað fer at eydnast at basa bústaðartrotinum.

 

Hann sigur, at KvF roknaði seg fram til, at hesi næstu árini verður tørvur á 150 bústøðum um árið í Havnini. Borgarstjórin sigur, at eftir bústaðarpolitikkinum hjá býráðnum, sum varð samtyktur í juni 2018, var ætlanin, at fram til næsta ár, skuldu gerast 200 sethús, 100 tvíhús og raðhús, 240 íbúðir og 60 lestraríbúðir, ella tilsamans 600 bústaðir.

 

Millum 2022 og 2030 var so ætlanin at útvega 1400 bústaðir afturrat og tilsamans skuldi so 2.000 bústaðir verða afturati 2030.

 

Hann ivast ikki í, at tað fer at eydnast. Hann sigur, at síðani 2018 eru 662 byggiloyvi útskrivað, har talan er um 211 sethús, 427 íbúðir og 24 sambýli. Harumframt hevur býráðið 233 umsóknir um bústaðir, har byggiloyvi ikki er útskrivað enn, og har er talan um 21 sethús og 212 íbúðir.

 

Næsta ár verða sostatt 895 bústaðir fleiri í Havn, enn tað vóru í 2018. Hann sigur, at gongd er eisini komin á privatar útstykkingar av álvara. Tann størsta higartil er ein útstykking við 120 íbúðum á Landavegnum, men fleiri aðrar bíða eftir at verða endaliga góðkendar. Verða allar tær góðkendar nú, verður yvir 1.200 bústaðir fleiri í Havn næsta ár, enn tað vóru í 2018.

 

Tað fyrsta, sum nú er á skránni, er at gera einar 150 nýggir bústaðir omanfyri Argjahamar við Glyvursvegin. Lendið er keypt, heildarætlan verður nú gjørd og so verður økið boðið út. Talan verður um tætt og blandað byggjarí við raðhúsum og randarhúsum, og kanska eisini við vanligum sethúsum.

 

– Eg kann nevna, at samstundis eru stórar privatar ætlanir í gongd við leiguíbúðum aðrastaðni í býnum, sigur borgarstjórin.

 

Mest lisið