Gamal kenningur komin á Løgting - í eina viku

Kristin Michelsen, løgtingsmaður fer í farloyvi og tey skuldu langt niður á listan eftir at finna avloysaran

Tá ið Løgtingið varð sett í morgun, boðaði Kristin Michelsen, tingmaður fyri Sjálvstýri, frá, at hann fer í farloyvi í eina viki og bað um, at næsti maður á listanum tók sæti á tingi fyri hann.

 

Næsti maður á listanum hjá Sjálvstýri, er Jógvan Skorheim í Klaksvík, sum fekk 229 atkvøður, ella 69 atkvøður færri enn Kristin Michelsen.  Og seinast Kristin Michelsen fór í farloyvi, hevði hann sæti á tingi. Tað elvdi til stóra ónøgd í Sjálvstýri, tí hann er farin úr flokkinum, og sostatt var Sjálvstýrið umboðað av einum tingmanni, sum ikki er limur í flokkinum.

 

Men hesa ferð hevur hann boðað frá, at hann fær ikki møtt á Løgtingið hesa vikuna. So var farið til triðja mann á listanum hjá Sjálvstýri, tað er Terje B. Vestergaard á Skálafjørðinum, sum fekk 116 atkvøður, men eisini hann hevur boðað frá, at heldur ikki hann fær møtt á tingi.

 

Fjórði maður á listanum hjá Sjálvstýri er Sámal Petur í Grund, sum eisini er úr Eysturoy, men sum býr í Klaksvík. Hann fekk 91 atkvøður, og hann hevur nú tikið sæti á tingi fyri Sjálvstýri í eina viku.

 

Mest lisið