Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap

Í vikuni koma partrolarar og trolbátar inn at landa, og tá koma eisini fýra garnaskip, sum fiska svartkalva og havtasku og hava brúkiligan fiskiskap

Aftan fyri partrolaran hjá Mortani Johannessen, liggur garnaskip hjá Thor í Hósívík.

Aftan fyri partrolaran hjá Mortani Johannessen, liggur garnaskip hjá Thor í Hósívík.

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap eftir upsa, og skipini fáa eisini nakað av hjáveiði. Fiskiskapurin roynist einki serligur, men skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

Tað er bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap í løtuni. Teir fiska makrel, og vit gita, at djúpvatnstrolarin partrolar saman við Fram, sum hevur tangar til makrelin.

 

Í løtuni eru fimm av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Ein er á landleiðini, og hinir eru norðanfyr.

 

- Tveir koma inn at landa mánadagin, og hinir landa helst seinni í vikuni.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.

 

Í løtuni eru fýra garnaskip til fiskiskap. Tvey fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Bæði koma inn at landa síðst í vikuni.

 

Tvey garnaskip fiska havtasku. Hesi bæði skipini hava eisini brúkiligan fiskiskap og koma inn at landa miðskeiðis í vikuni.

 

 

 

Mest lisið

Aftan fyri partrolaran hjá Mortani Johannessen, liggur garnaskip hjá Thor í Hósívík.