Háhús í 20 hæddum í Milano stendur í ljósum loga

Hildið verður ikki at nakar er deyðum í stórum eldi í tí 60 metra høga bygninginum í útjaðaranum av Milano í Italia

Roykur og logar stóð úr bygninginum, sum er í 20 hæddum – og sum var heim hjá 70 familjum. - Foto: Vigili Del Fuoco/Ritzau Scanpix

Roykur og logar stóð úr bygninginum, sum er í 20 hæddum – og sum var heim hjá 70 familjum. - Foto: Vigili Del Fuoco/Ritzau Scanpix

Eldur er komin í eini háhús í útjaðaranum í italska stórbýnum Milano, sum stendur í ljósum loga.

 

Eldurin kyknaði ovast í bygninginum og breiddi seg skjótt niður gjøgnum hæddirnar, upplýsir sløkkiliðið.

 

Borgarstjórin í Milano, Beppe Sala, sigur, at eingin er deyður í eldinum. Men umleið 20 fólk eru farin á sjúkrahús við roykeitran eftir at verða bjargað út úr 60 metrar høga bygninginum, skriva miðlar á staðnum.

 

Fleiri tímar eftir at boðað varð frá eldinum fekk sløkkiliðið tamarhald á eldinum. Tá stóð eldur úr bygninginum í nógvum hæddum.

 

Umleið 70 familjur búðu í bygninginum.

 

##med2##

 

– Vit lukaðu royk og flýddu alt fyri eitt út, sigur ein av íbúgvunum við tíðindastovuna Ansa. Eitt annað eygnavitni greiddi frá, at klædningurin á vegginum »bráðnaði sum smør«.

 

Sløkkiliðsfólk eru farin frá hurð til hurð í bygninginum fyri at tryggja sær, at eingin er í bygninginum. Ikki er upplýst, hvør orsøkin varð til eldin.

 

/ritzau/dpa

 

 

 

Mest lisið

Roykur og logar stóð úr bygninginum, sum er í 20 hæddum – og sum var heim hjá 70 familjum. - Foto: Vigili Del Fuoco/Ritzau Scanpix