Heilsumiðstøðin í Maniitsoq stongd vegna koronu

Seinasta samdøgur vóru heili 17 nýggir koronu-tilburðir í Nuuk, harav 12 av teimum smittaðu eru børn, sum ganga á einum dagstovni.

 

- Koronu-smitta er ikki áður staðfest í Maniitsoq, skrivar Sermitsiaq. Mynd: Qeqqata kommuna.

- Koronu-smitta er ikki áður staðfest í Maniitsoq, skrivar Sermitsiaq. Mynd: Qeqqata kommuna.

Sermitsiaq veit at siga, at heilsumiðstøðin í grønlendska býnum, Maniitsoq, er stongd, tí eitt starvsfólk á støðini hevur fingið staðfest covid-19.

 

Samstundis er fráboðað, at fólk, sum hava tørv á bráðfeingishjálp, kunnu ringja eitt ávíst telefonnummar.

 

Enn er ikki greitt, hvør smittukeldan er.

 

Korunu-myndugleikarnir í Grønlandi siga, at tá starvsfólkið, sum nú er vorðið smittað, hevur havt fleiri nærsambond á sínum arbeiðsplássi, hevur hildið verið rættast at lata Heilsumiðstøðina aftur.

 

Starvsfólkini á støðini eru nú kannað, og tá svarið fyriliggur, verður støða tikin til, nær heilsumiðstøðin skal lata uppaftur.

 

- Koronu-smitta hevur ikki áður verið staðfest í Maniitsoq, veit Sermitsiaq at siga í dag.

 

Eini keðilig tíðindi úr Grønlandi í dag eru, at heili 17 nýggir koronu-tilburðir eru staðfestir í Nuuk seinasta samdøgur. Av hesum eru 12 børn, tey flestu á dagstovninum, Timmiaaqqat, sum tískil framvegis er stongdur.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Mest lisið

- Koronu-smitta er ikki áður staðfest í Maniitsoq, skrivar Sermitsiaq. Mynd: Qeqqata kommuna.

Fleiri børn á dagstovninum Timmiaaqqat í Nuuk eru nú smittað við covid-19