Hetta er ein stórur vandi fyri ferðslutrygdina

Tá ið fólk ikki røkja sína skyldur við havasaksinum, er tað til stóran vanda fyri ferðsluna

Myndin er frá Tórshavnar Býráð

Myndin er frá Tórshavnar Býráð

Runt um í Havnini eru tað nógv ferðsluskelti, og veganøvn, sum ikki síggjast, tí at runnar og trøð eru vaksin út yvir tey. Og tað er ein ávarligur vandi fyri feðslutrygdina.

 

Tí heitir Tórshavnar býráð nú á fólk um at ansa eftir á hesum øki, og at fylgja reglunum – tí eftir reglunum hava fólk nevniliga skyldu til at syrgja fyri, at runnar og trøð ikki veksa út yvir skeltini, ella eru til ampa fyri ferðsluna annars. Tískil heitur býráðið á fólk um at klippa av trøum og runnum út móti gøtum, vegum og almennum øki.

 

– Tað er avgerandi fyri ferðslutrygdina og trivnaðin, at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum, og serliga krossvegum, verður kliptur, sigur býráðið í eini fráboðan í dag.

 

Løgreglan kann, eftir samráð við kommununa, krevja, at trø og runnar og annar vøkstur, verða stívd, sneidd ella snøggað og verða boðini ikki aktað, kann arbeiðið verða gjørt fyri eigarans rokning.

 

Býráðið sigur, at runnar og trø skulu klippast ájavnt við mark, og yvir gonguteigum og súkklubreytum skal fríhæddin vera 2,5 metrar. Fríhæddin yvir koyrivegi skal vera 4,2 metrar - og tá skal eisini hugsast um, at regn kann tyngja greinarnar niður. Størri trø kunnu eisini skugga fyri part av gøtuljósinum, soleiðis at sýnið versnar.

 

Markið ímóti grannanum skal esini virðast og tey, sum planta runnar, ella aðra girðing, skulu minnast til at gera tað á sínum egna matrikkli og klippa teir soleiðis, at teir ikki eru til ampa fyri grannan.

 

Mest lisið

Myndin er frá Tórshavnar Býráð