Kendu seg fyri órættvísi móti Danmark

Bæði Håkan Ericson og Brandur Hendriksson ilskast um dómaran

Tað stóð nógv á í seinna hálvleiki í landsdystinum móti Danmark á Tórsvøllli leygardagin. Í fyrra hálvleiki tóktist tað sum at dómarin úr Kroatia, Fran Jović, deildi væl millum liðini, men í seinna hálvleiki var ein ávís ónøgd frá føroyskari síðu.

 

Eitt skifti í dystinum fóru allir teir føroysku áskoðararnir at klappa, tá dómarin bríkslaði fyri frísparki til Føroyar. Hetta vóru sarkastisk klapp, sum tú eisini hoyri í altjóða fótbólti, tá áskoðararnir kenna seg fyri órættvísi. Bæði danska venjaratoymið og spælararnir fylgdu dómaranum út til hálvleiks við góðum ráðum til seinna hálvleik.

 

Tað skuldi vísa seg at rigga, tí bara fimm minuttir inn í seinna hálvleik fekk Teitur M. Gestsson gult kort fyri drál. Sermerkt við støðuni var, at hann ikki tóktist drála meir enn vit síggja í øllum vanligum altjóða dystum.

 

Løgnasta støðan mundi verða, tá Meinhard E. Olsen eitt sindur seinni bleiv sendur av vøllinum við einum ordnas skumpi í ryggi, men dómarin dømdi innkast til donsku gestirnar. Kasper Hjulmand og hjálparvenjarin vóru fleiri ferðir gestir hjá fjórða dómaranum gjøgnum allan seinna hálvleik og løgdu trýst á.

 

Tað var ikki dómarin, ið hevði skyldina av at Føroyar taptu dystin, men tað tykist verða breið semja um, at hann heldur ikki veitta nakar sum helst hjálp. Heldur tvørtur í móti, tí linjan í seinna hálvleiki gagnaði danska spælinum væl. Hetta vóru viðmerkjararnir hjá FM1, Jens Martin Knudsen og Teitur Joensen, millum annað samdir í.

 

Á tíðinafundinum undan dystinum móti Moldova settu vit Håkani Ericson og Brandi Hendriksson spurningin, um tað iðraði teir, at dómarin tóktist broyta linju í seinna hálvleiki.

 

- Tað var eitt sindur skuffandi hvussu teir kunnu lata spælarar og onnur tosa við dómaran upp á handan mátan. Tað gula kortið til Teit er heldur ikki í ordan. Tú sást eisini donsku venjararnar tosa við 4. dómara allan seinna hálvleik. Tað er nokk ikki ein ætlan hjá teimum frá byrjan, men tað blívur eitt neyðugt vápn, sigur Håkan Ericson og samanber støðuna við, tá vit spæla móti Andorra.

 

- Men tá vit spældu móti Andorra, tá vóru vit frustreraðir. Tá vit spæla móti betri liðnum, so møta vit avgerðum, sum eru eitt sindur irriterandi og móti okkum. Vit kunnu bara ikki gera nakað við tað. Eg havi eisini verið ein venjari, sum hevur fokuserað nógv upp á dómarar, fyri 20 árum síðani, men tað endaði við at eg endaði uttanfyri. Vit mugu bara fokusera upp tað vit kunnu gera nakað við, men eg eri samdur í, at tað eru nakrar avgerðir, sum ikki eru til okkara fyrimun, sigur Håkan Ericson, landsliðsvenjari.

 

Brandur Hendriksson tók eisini undir við kritikkinum.

 

- Eg haldi eisini, at tað eru nakrar avgerðir, sum eru ringar at skilja. Millum annað, tá Meinhard E. Olsen verður rendur av vøllinum og teir fáa innkast, sigur Brandur Hendriksson.

 

Teitur M. Gestsson, málverji á landsliðnum, var ikki líka avgjørdur í sínum kritikki.

 

- Eg slapp at drála í fyrra hálvleiki og gula kortið merkti ikki meg, tí eg slapp at brúka góða tíð aftaná eisini, sigur Teitur M. Gestsson.

 

Jens Martin Kundsen helt fyri, at seinna gula kortið til René Shaki Joensen væl kann verjast, men tað so nógv annað eisini, og at tað er í slíkum støðum, at Føroyar hava brúk fyri, at dómarin ikki er so skjótur í lumman, sjálvt um tað kann verjast.

 

Føroyar spæla í kvøld klokkan 19.45 móti Moldova. FM1 byrjar at senda klokkan 15.

 

Mest lisið