Løgmaður má biðja føroyingar um eina umbering - beinanvegin

Hann traðkar á føroyingar og Føroya Løgting, heldur Høgni Hoydal

Løgmaður eigur at geva geva øllum føroyingum eina umbering, beinanvegin. Tað heldur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur skrivað eina grein í danska miðilin, Altingen, har Høgni Hoydal heldur, at hann traðkar á føroyingar.

 

– Løgmaður niðurger beinleiðis føroysku tjóðina og Føroya Løgting tí hann sigur, at føroyingar “kunnu ikki altíð flúgva undir radaranum” í hernaðar- og verjumálum, sigur Høgni Hoydal.

 

Hann skrivar eisini, at føroyingar og Føroya Løgting hava runnið undan ábyrgd og ikki givið sítt íkast til “eina felags verju” í Norðuratlantshavi gjøgnum tann sonevnda “ríkisfelagsskapin”?

 

Høgni Hoydal sigur, at hetta er øgufalsan av teimum stóru.

 

– Hvør skal siga, at tað eru Danmark, og onnur lond, ið hava vart okkum stakkals føroyingar í hernaðar- og trygdarmálum, meðan vit bert hava sitið upp afturá og brúkt munn!

 

– Hetta er grovari enn grovt og beinleiðis illoyalt ímóti føroysku tjóðini og Føroya Løgtingi, sigur formaðurin í Tjóðveldi.

 

Hann vísir á, at føroyingar hava latið nógv meira enn flestu lond í vesturheiminum. Føroyingar hava gjøgnum ættarlið livað við álops- og krígshóttan, og hetta hevur havt øgiligar avleiðingar fyri fólkið, fyri vinnuna og búskapin.

 

– Undir bæði fyrra og seinna veraldarbardaga noyddust føroysk sjófólk at verja seg sjálv við at royna at skaffa sær vápn, tá ið tey sigldu vandasjógv og vórðu álopin av týskum kavbátum, flogførum og krígsskipum. Undir seinna veraldarbardaga lótu 226 føroyskir sjómenn lív, tá ið teir sigldu vandasjógv fyri tey sameindu og fyri Føroyar.

 

– Hetta svarar til , at føroyingar mistu á leið 1% av fólkatalinum. Nógv meira enn flestu lond í Evropa mistu í krígsárunum.

 

– Danmark hevur ongantíð vart Føroyar og føroyingar í hernaðar- og trygdarmálum. Hinvegin hevur Danmark – uttan at spyrja føroyingar eftir, og hóast Løgtingið mótmælti – sett upp ein hernaðarradara og eina lurtistøð upp í Føroyum í 60-árunum.

 

– Tað er søguliga staðfest, at henda hernaðarútgerð gjørdi Føroyar og allar føroyingar til kjarnorkubumbumál í einum møguligum heimskríggi millum stórveldini – meðan Danmark als ikki hevði slíka støð ella var bumbumál. Bara í árunum frá 1976 til 1989 spardi Danmark 85 milliardir krónur í Nato-gjaldi við at brúka Føroyar og Grønland til hernaðar- og bumbumál.

 

– Familjur hava offrað ómetaliga nógv og mist síni kæru í stórum tali. Men Løgmaður ger okkum í donskum miðlum til ómyndingar, ið renna undan ábyrgd. Hann niðurger øll tey, ið hava mist og kent øgiligar avleiðingar.

 

– Vit vilja vinarliga biðja løgmann um at geva øllum teimum føroyingum, ið ongantíð «hava flogið undir radaranum», men hava livað mitt í og við krígsins ræðuleikum, eina umbering beinanvegin, sigur Høgni Hoydal.

 

Trýst her og les, hvat Høgni Hoydal heldur um greinina hjá Løgmanni

 

Og trýst her og les greinina hjá løgmanni, sum formaðurin í Tjóðveldi er so ónøgdir við

 

Mest lisið