Á ognini stendur ein eldri verkstaður, sum skal takast niður í samband við bygging av íbúðum.

Lýsa ogn til sølu til íbúðarbygging

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar.

 

Á ognini stendur ein eldri verkstaður, sum skal takast niður í samband við bygging av íbúðum.

Á ognini stendur ein eldri verkstaður, sum skal takast niður í samband við bygging av íbúðum.

 

 

Í dag lýsir Vestmanna kommuna eina ogn - matr. nr. 258a í Vestmanna - til sølu til íbúðarbygging. Á ognini, sum liggur við Niðara Veg 33, stendur ein eldri verkstaður, sum skal takast niður í samband við bygging av íbúðum.

 

- Talan er um grundøki, sum sambært tingbókini er 855 fermetrar stórt, og tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar.

 

Í Vestmanna kommunu siga tey, at tá rætta loysnin er funnin, verður keypssáttmáli gjørdur um ognina. Sambært kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn, hevur kommunan ikki skyldu til at taka av nøkrum boði.

 

- Fyrispurningar viðvíkjandi ognini og sølutreytunum kunnu sendast til Vestmanna kommunu. Tilboð um keyp skulu verða skrivlig, og saman við boðnum skal sendast váttan frá peningastovni um, at tann, ið bjóðar, hevur fígging tøka.

 

Lagt verður aftrat, at freistin at lata inn tilboð er sett til á miðdegi hin 27. september 2021, og innkomin tilboð eru í trúnaði, til matr. nr. 258a er selt.

 

 

 


 

 

Mest lisið

Á ognini stendur ein eldri verkstaður, sum skal takast niður í samband við bygging av íbúðum.