Nógv færri koppsett vera innløgd við covid-19

Vandin fyri innlegging við covid-19 er stívliga 70 prosent minni hjá teimum, sum eru koppsett enn hjá fólki, ið ikki eru koppsett.

 

 

Í tveimum kanningum hevur Fólkaheilsustovnurin í Noregi kannað samanhangin millum koronu-smittu, sjúkrahúsinnleggingar, delta-frábrigdið og koppingarstøðuna í Noregi. 

 

Niðurstøðan er, at bæði fólk, sum hava fingið eina koppseting og fólk, sum hava fingið tvær, eru í lítlum vanda fyri at enda á sjúkrahúsi við covid-19.

 

Men, kanningarnar vísa eisini, at verjan móti delta-frábrigdinum veksur munandi við aðru koppseting.

 

Kanningarnar hjá norska Fólkaheilsustovninum vísa, at - 

 

* 65 prosent av teimum, sum hava fingið tvær koppsetingar, eru ikki vorðin smittað við delta-frábrigdinum, og hetta tal er 22 prosent við fyrru koppseting.

 

* Vandin fyri at gerast innlagdur við covid-19 er stívliga 70 prosent minni hjá teimum, sum eru koppsett enn hjá fólki, ið ikki eru koppsett.

 

- Soleiðis, sum kanningar í øðrum londum vísa, vísa eisini norskar kanningar, at tveir skamtar eru neyðugir, um tú skal  hava eina góða verju móti delta-frábrigdinum.

 

Tað sigur Geir Bukholm, virkandi stjóri í norska Fólkaheilsustovninum, í tíðindaskrivi.

 

Sambært Fólkaheilsustovninum vísa kanningarúrslitini, hvussu stóran týdning tað hevur, at so mong tilkomin sum gjørligt fáa tvær koppsetingar móti koronu.

 

 

 

Mest lisið