Nú eru 67.000 tons eftir at fiska

Tað hevur verið ein kapping við tíðina, men enn hevur eingin fiskað kvotuna upp

Í ár hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sett føroysku kvotuna av makreli til 167.000 tons og av teimum eru 145.000 tons markað til føroysk skip.

 

Tað hevur verið ein kapping við tíðina um at fiska alla kvotuna, men landsstýrismaðurin upplýsir, at higartil hava føroysk skip fiskað 78.000 tons, og sostatt eru 67.000 tons eftir at fiska.

 

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvussu tað gongur við fiskiskapinum eftir makreli og um ætlanin er at gera kvoturnar til felagskvotur heldur enn til eginkvotur, sum tær eru nú. Hann vil eisini hava at vita um tað kann fáa avleiðingar fyri kvotuna næsta ár, at vit kanska ikki klára at fiska alla kvotuna í ár.

 

Jacob Vestergaard sigur, at enn hevur einki skip fiskað alla sína kvotu, men ætlanin er ikki at leggja kvoturnar um til eginkvotur. Hann sigur, at tað er ringt at siga nakað um, hvussu tað fer at ganga við fiskiskapinum, men royndirnar frá undanfarnu árum eru, at skipini hava fiskað makrel, bæði í triðja og í fjórða ársfjórðingi í føroyskum, norskum, bretskum og í altjóða sjógvi.

 

– Her eigur at vera lagt afturat, at nú føroysk skip ikki sleppa í bretskan sjógv, fer tað at broyta veiðimynstrið hjá føroyska uppsjóvarflotanum munandi í ár, sigur landsstýrismaðurin. Men hann leggur afturat, at føroysk skip kunnu fiska í føroyskum sjógvi, norskum sjógvi og í altjóða sjógvi.

 

Annars vísir landsstýrismaðurin á, at tað eru nógv viðurskifti, ið hava týdning fyri samráðingarnar um kvotur og hann heldur ikki, at tað eru nøkur einstøk viðurskifti í einum ávísum ári, sum ávirka samráðingarnar nevnivert og tí heldur hann ikki, at tað fer at skaða okkara samráðingarstøðu, at kvotan ikki verður uppfiskað í ár.  

 

Mest lisið