Nú var ein tilburður av koronu í gjár

Nú var ein tilburður av koronu

Í gjár var ein tilburður av koronu, staðfestur. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Tað var eitt fólk, sum kom til Føroyar, og sum varð kannað á markinum, sum hevði koronu í gjár. Í løtuni hava seks fólk koronu í Føroyum.

 

Í gjár vórðu 238 fólk koppsett. Av teimum fingu 40 fólk ta fyrru sproytuna og 198 fólk fingu tað seinnu.

 

Nú hava 36.665 fólk fingið fyrru koppsetingina, tað eru 68,7 prosent av fólkinum og 34.275 fólk hava eisini fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett, tað eru 64,2 prosent.

 

Tilsamans 70.940 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

 

Mest lisið