Nú verða ikki nógvir nátungar tiknir aftrat

Vertíðir koma, og vertíðir fara. Nú er nátungatíðin farin at halla og neyvan verður nógvur fuglur tikin á sjónum aftrat.

Hetta eru leskiligir bitar, snøggur og væl hagreiddur fuglur, royttur, sviðin og vaskaður.

Hetta eru leskiligir bitar, snøggur og væl hagreiddur fuglur, royttur, sviðin og vaskaður.

Í dag skriva vit 7. september, og tað merkir, at nátungatíðin nú líður móti endanum. Tíðin er ikki farin heilt, men í dag er vindur, og tá verður neyvan nakar nátungi tikin á sjónum.

 

Tað er annars ikki óvanligt, at onkur góður nátadagur verður gjørdur so seint í vertíðini sum miðskeiðis í hesi vikuni, men tá krevst, at veðrið er gott.

 

Um nakar hættar sær í bátin í dag, nú lotið er so frískt, er nærliggjandi at hugsa sær, at fuglurin, sum kemur niður úr bjørgunum og niður á sjógv, flýgur, og tá er nátungin ringur at hava við at gera.

 

Í dag liggur ættin av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum út á náttina snarar í ein eystan. Kanska kundi onkur fuglur verið tikin norðarlaga í Leirvíksfirði, norður úr Eiðisflógva ella norðarlaga í Vestmannasundi, men fríska lotið í dag er vánaligt nátaveður á báti.

 

Í morgin sigur hann eysturætt, 3 til 8 metrar um sekundið. Eysturættin roynist kanska í Skopunarfirði og vestan fyri annars, men skal nakar fuglur fáast, nú so langt er útliðið, er neyðugt, at lotið ikki er ov frískt.

 

Hósdagin verður hann landnyrðingur, 5 til 10 metrar um sekundið, og tá verður eingin fuglur tikin eystan fyri og neyvan norðan fyri heldur.  Tá henda vikan fer at halla, er ikki hugsandi, at nøkur rúgva av fugli situr eftir í berginum, og tá mugu vit siga, at nátungatíðin hesaferð er liðug.

 

Menn lata annars væl at vertíðini í ár. Tað viðraði væl teir fyrstu dagarnar, og nógvur fuglur var at fáa. Teir, sum tóku til húsbrúks, fingu tað, teir fóru eftir. Aðrir, sum hava tikið til at selja, lata sum heild eisini væl at.

 

 

 

 

 

Mest lisið

Hetta eru leskiligir bitar, snøggur og væl hagreiddur fuglur, royttur, sviðin og vaskaður.