Nýggjur MG við 7-ára garanti

Innan er bilurin nakað heilt serligt við flottari leðurkabinu, og MG EHS fæst bert í Luxury útgávu.

 

 

 

Kinesisku MG koma nú við enn einum nýggjum modelli á føroyska marknaðin. Fyrst kom elbilurin MG ZS, og nú er tað plugin-hybridbilurin MG EHS við bensin- og elmotori.

 

Hesin er størri enn elbilurin MG ZS og koyrir upp til 52 kilometrar við elmegi. Eins og vit kenna tað frá Kia, hava MG nú eisini 7-ára garanti ella 150.000 kilometrar.

Bensinmotorurin er ein 4-syl. 1.5-litra turbomotorur við 169 hk, og el-motorurin hevur 123 hk. Hetta gevur tilsamans 258 hk. Bilurin koyrir úr 0-100 km/t upp á einans 6,9 sekund.

 

Gearkassin yvirførir kraftina frá bensin- og elmotorinum til forhjólini.

 

##med2##

 

Sera væl útgjørdur bilur 

Hvat útgerð viðvíkur fæst MG EHS einans í Luxury útgávuni, sum er tann best útgjørdi. Hann hevur t.d. Led-lyktaskipan, kamera við 3D-funktión, sum vísir kring allan bilin, so tað er lætt at parkera, 18” alufelgur, panorama sóltak, neyðbremsu og adaptivan fartpilot.

 

##med3##

Innan er bilurin nakað heilt serligt við flottari leðurkabinu og tann stóri 12,3” skermurin mitt í instrumentborðinum hevur t.d. Apple CarPlay og Android Auto umframt innbygda navigatión. 

MG EHS kann sleipa ein viðfestisvogn við bremsum, sum vigar upp til 1.500 kg. 

Við allari útgerðini er prísurin einans kr. 299.000. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Bilrøkt.

 

##med4##

 

Mest lisið