Taka ikki koronu- kanningar við markið upp aftur

Tað er heilt óskiljandi, heldur løgtingsmaður

Sum støðan er nú, er verður tað mett at vera óneyðugt at fara aftur at kanna øll fyri koronu, sum koma til Føroya. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Undir korona hevur hevur tað verið eitt krav, at øll, sum koma til Føroya, skuldu lata seg kanna fyri koronu, men tað kravið varð tikið av tann 1. september.

 

Men síðani er korona aftur farið at gera um seg og hesar seinastu dagarnar eru fleiri fólk smittað. Hesar seinastu fimm dagarnar eru yvir 20 fólk smittað við koronu í Førouym og løtuni eru 25 fólk í Føroyum smittað við koronu. Í Løgtinginum í dag hevur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurt løgmann, um nøkur ætlan er um at taka táttin upp aftur at kanna øll, sum koma til landið. Hon er sannførd um, at tað fyrst og fremst er hetta, sum hevur bjargað okkum so væl undan koronu.

 

Men løgmaður sigur, at tað er eingin ætlan um tað, tí sum støðan er nú, verður tað ikki mett at vera neyðugt. Hann sigur, at hetta er eftir tilmæli frá farsóttarnevndini og soleiðis, sum støðan er nú, er ætlanin ikki at taka kanningarnar upp aftur. Men tekur ein serlig støða seg upp, eru tey til reiðar at set kravið í gildi aftur. Hann sigur, at ein orsøk til tað er, at nú eru tað so nógv, sum eru koppsett.

 

Tað er heldur eingin ætlan at taka telefonhjálpina í samband við koronu uppaftur. Hann sigur, at hesa seinastu tíðina hava tað verið fá fólk, sum hava ringt. Nú eru tað serliga tey ungu, sum verða rakt av koronu og í hesum sambandi er neyvt samstarv ímillum heilsumyndugleikarnar og skúlaverkið um, hvussu farast skal fram.

 

Høgni Hoydal sigur, at kanningarnar við markið hevur verið okkara besta amboð at halda smittuni niðri og tí heldur hann, at tað er púra óskiljandi, at kravið um, at øll, sum koma til landið, skulu lata seg kanna fyri koronu. Men løgmaður heldur, at higartil eru vit, í roynd og veru, sloppin rættiliga snikkaleys burtur úr koronu og at hetta er eitt tilmæli frá serfrøðingunum á økinum.

 

Mest lisið