Selja kostískoyti í Føroyum við skaðiligum evnum í

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar ímóti evnum, sum kunnu elva til krabbamein

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti tveimum sløgum av kostískoyti, sum hevur verið at fáa í handlum í Føroyum. Talan er um Afturkalling er um OmniC, og Deep Breath, kosttilskot, sum ávarð veðrur ímóti og orsøkin til tað er, at tað er staðfest, at eitt evni í kallast, ethylenoxid, er í tí.

 

Heilt ítøkiliga er talan um »Deep Breath« frá »New Nordic Healthcare ApS«. Lotnummarið er 92966 og tað er um íløt til 60 tablettum.

 

Talan er eisini um »OmniC 500 mg« frá »Biosym A/S«. Talan er um íløt við 180 tablettum og nummarið á sendingunum er:

 

F149087, sum heldur sær til 03-2023

F150184, sum heldur sær til 05-2023

 

F151678, sum heldur sær til 09-2023

F153264, sum heldur sær til 11-2023

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at, evnið, sum er funnið í tí, ethylenoxid, er eitt týningarevni, sum kann elva til krabbamein. Tískil eiga tey, sum liggja inni við nøkrum av hesum kostískoytinum, at koyra tær í skrell, ella at lata handlinum, haðani tað er keypt, tað aftur. 

 

Mest lisið