Seta tiltøk í verk fyri at slúsa útlendingar inn í samfelagið

Arbeiðsgevarar, borgarar, felagsskapir, ítróttarfeløg, kirkjur og samkomur mugu taka lógvatak saman

Gongst sum ætlað, verður eitt uppskot um integratiónslóg lagt fyri Løgtingið seinni í ár. Tað sigur Magnus  Rasmussen, landsstýrismaður á økinum.

 

Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann, hvørjar ætlanir hann hevur við arbeiðnum at samansjóða, ella integrera, útlendingar, sum búgva her, inn í føroyska samfelagið.  

 

Landsstýrismaðurin sigur, at arbeitt verður við at gera eina integratiónslóg, har tað verður gjørt greitt, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at slúsa útlendingar inn í føroyska samfelagið so at teir verða ein nátúrligur partur av tí. Talan verður bæði um samrøður, integratiónsætlanir, vegleiðing og ráðgeving, eins og ásetingar verða um rættindi og skyldur hjá útlendingum, sum koma higar at vera. Og hann væntar, at uppskotið verður lagt fyri Løgtingið í heyst.

 

Men Magnus Rasmussen væntar eisini, at ein væleydnað integratión fer at krevja munandi meira enn tað, sum almennir myndugleikar, bæði landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar, klára einsamallir. Tí er tað sanniliga eisini neyðugt, at sivilsamfelagið tekur lógvatak saman um arbeiðið at fáa útlendingar í Føroyum við í vanliga lívið hjá føroyingum kring landið. Her hugsar hann bæði um bæði arbeiðsgevarar, borgarar, felagsskapir, ítróttarfeløg, kirkjur og samkomur.

 

Annars sigur hann, at við veksandi talinum á útlendingum í Føroyum, verður tað neyðugt at hækka játtanina til at undirvísa vaksnar tilflytarar. Tørvur verður eisini á at skapa umstøður fyri, at vaksnir tilflytarar kunnu fáa miðvísa undirvísing í føroyskum.

 

Í fólkaskúlanum verður eisini miðað eftir at fáa móttøkuflokkar fyri útlendsk børn og at hækka játtanina til fremmandmælt børn í fólkaskúlanum. Nú í september fara yvir 30 lærarar í skúlaverkinum undir eftirútbúgving á økinum, og arbeitt verður við at útvega tilfar til undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Arbeitt verður eisini við øðrum átøkum, sum hava til endamáls at tryggja góða integratión.

 

Í hesum sambandi er eisini heimild til at krevja, at útlendingar, sum vilja búgva her, skulu duga føroyskt. Landsstýrismaðurin sigur, at eitt endamál er at tryggja, at tilflytarar fáa brúkt sínar førleikar, og síni evni, so at tey kunnuforsyrgja sær sjálvum, og annars fáa verið við í samfelagnum á jøvnum føti við øll onnur, og í samsvari við grundleggjandi virði í samfelagnum.

 

Mest lisið