Skiftið í skipan var avgerandi

Landsliðsvenjarin fegnast saman við spælarunum og heldur, at úrslitið varð staðfesting av, at tað gongur rætta vegin

4-0 tap fyri einari viku. 1-0 tap leygarkvøldið ímóti Danmark, og í kvøld endaði tað við 2-1 sigri ímóti Moldova. Allir dystirnir vóru á heimavølli, og landsliðsvenjarin Håkan Ericson fegnast um, at tað í kvøld endaði soleiðis, sum tað gjørdi.

 

-Eg og hinir kring liðið fegnast í kvøld saman við spælarunum og føroyska fótbóltsheiminum. Vit vóru vónbrotnir eftir tapið ímóti Ísrael, og eftir tepra tapið ímóti Danmark vóru vit vónbrotnir og samstundis ernir av avrikinum. Sigurin í kvøld er søtur, og hann er staðfesting av, at tað gongur rætta vegin, sigur Håkan Ericson landsliðsvenjari.

 

Støðan var framvegis málleysur javnleikur, tá ið venjarin gjørdi av at skifta tveir spælarar út.

 

-Tað var ein partur av fyrireikingunum, at vit kundu skifta frá 4-5-1 og til 4-4-2, og tað vísti seg at hava avgerandi týdning, staðfestir Håkan Ericson.

 

Mest lisið