So fer Jákup Sverri á Føroyabanka

Sum altíð er stórur áhugi og spenningur um, hvussu út sær á Bankanum, og tað er sum altíð serliga støðan hjá toskinum, sum hevur størstan áhuga.

 

 

Tað er spenningur, nú nýggja havrannsóknarskipið - Jákup Sverri - fer út á Føroyabanka at gera regluligar heyst yvirlitstrolingar, og sum skilst, fer skipið avstað í dag. Tað verður Helga Bára M. Vang, sum verður leiðari fyri Havstovuna á túrinum.

 

Sum altíð er stórur áhugi og spenningur um, hvussu út sær á Bankanum, og tað er sum altíð serliga støðan hjá toskinum, sum hevur størstan áhuga. Men, á Føroyabanka eru eisini onnur virðismikil fiskasløg, og seinnu árini hevur eitt nú nógv hýsa verið á Føroyabanka.

 

Havstovan hevur gjørt línu-og garnaroyndir á Bankanum í summar, og tað eru størri og smærri útróðrarbátar, sum hava verið har. Tá komið verður longur út á heystið og veturin, fara onkur størri línuskip eisini út á Bankan at gera fiskiroyndir, eins og gjørt hevur verið onnur ár.

 

Aftur í heyst eru matstovurnar, Barbara og Húsagarður, til reiðar at keypa burtur av veiðini, sum kemur av Bankanum, og teir vælumtóktu Føroyabanka-dagarnir Heima Í Havn verða - um alt gongur, sum ætlað - fríggjakvøldið og leygarkvøldið hin 17. og 18. september.

 

Væntandi verður Jákup Sverri aftur av Føroyabanka - vónandi við góðari veiði og nógvum toski - um hálvan september.

 

 

 

Mest lisið