So nógv hava tey tjent upp á koronu

Nú er upplýst, hvussu nógv landskassin hevur goldið privatum fyritøkum fyri at gera koronu-kanningar

Síðani korona fór at ganga av álvara í fjør, hevur tað verið eitt krav, at øll, sum koma til Føroya, skulu lata seg kanna fyri koronu á flogvøllinum, ella á bryggjuni í Hirtshals, áðrenn fólk sluppu umborð á Norrønu. Kanningarnar á flogvøllinum hevur Thetis staðið fyri og kanningarnar á havnarlagnum í Hirsthals, hevur Smyril Line staðið fyri at gera.

 

Og nú hevur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurt Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, hvussu nógv, landskassin higartil hevur goldið fyri tær koronukanningarnar, sum tey privatu feløgini hava staðið fyri.

 

Upp undir jól í fjør varð sami spurningur settur og tá upplýsti landsstýrismaðurin, at landskassin hevði goldið privatum fyritøkum 28,6 milliónir fyri at gera koronukanningar.

 

Og í dag upplýsir landsstýrismaðurin, at nú er talið komið upp á 67 milliónir, og hetta er sostatt upphæddin, landskassin, higartil hevur goldið privatum fyritøkum fyri at kanna øll tey, sum koma til Føroyar, fyri koronu.

 

Tann fyrsta september var kravið tikið av um, at øll, sum koma til landið, skulu kannast fyri koronu, men løgmaður hevur upplýst, at versnar støðan, verður tað aftur eitt krav, at øll, sum koma higar, skulu kannast fyri koronu.

 

Mest lisið