Sosialurin søkir eftir journalisti

– at byrja skjótast gjørligt

UM STARVIÐ

 

Sum journalistur í Miðlahúsinum arbeiðir tú við at gera tilfar til miðlar okkara, Sosialin við nýggja Vikuskiftinum, og in.fo. Okkum tørvar eisini fólk at avloysa í summar.

 

Tú verður partur av eini dynamiskari redaktión, sum arbeiðir við tíðindum at kalla allan sólarkringin.

 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur journaistiska ella aðra viðkomandi útbúgving. Tú skalt hava royndir við tíðindaflutningi, og tú skalt tora at avdúka tað, sum onnur vilja halda dult. Tú skalt duga føroyskt væl og virðiliga bæði í skrift og talu og duga at skriva lætt og livandi og gott føroyskt mál.

 

VIT VÆNTA

 

• at tú brennur fyri tíðindaflutningi

 

• at tú hevur dirvi og áræði í tínum arbeiði

 

• at tú ert málsliga væl fyri

 

• at tú hevur góðan telduforleika

 

• at tú dugir og tímir at arbeiða sjálvstøðugt

 

• at tú dugir at halda høvdið kalt

 

• at tú hevur høgt trúvirði og góðan kritiskan sans.

 

• at tú dugir at arbeiða undir trýsti

 

• at tú dugir at gera av, hvat er viðkomandi tíðindaflutningur

 

• at tú ert klár/ur, tá ein søga skal forteljast

 

VIT BJÓÐA

 

• Eitt fjølbrytt og spennandi abreiðspláss

 

• Møguleika fyri í stóran mun at skapa tín egna arbeiðsdag

 

• Góðar starvsfelagar

 

• Eitt spennandi og áhugavert starv, har eingin dagur er líka

 

• Eitt starv, sum gevur tær innlit í øll viðurskifti í føroyska samfelagnum

 

• Føroya bestu plasering – í Vágsbotni í Havn

 

LØN OG SETANARTREYTIR

 

Starvið verður lønt sambært avtalu. Hevur tú spurningar, kanst tú ringja ella skriva teldupost til Eirik Lindenskov, blaðstjóra á Sosialinum, á telefon 216409 og eirikur@sosialurin.fo

 

Umsóknir skulu sendast til eirikur@sosialurin.fo

 

UM MIÐLAHÚSIÐ

 

Sosialurin, sum er komin út síðani 1927, kemur út hvønn fríggjadag og verður borin ókeypis í hvørt hús í landinum mánadag tvær ferðir um mánaðin. Tíðindi til FM1 verða eisini gjørd í Miðlahúsinum og send hvønn gerandisdag klokkan 11, 12, 15, 16 og 17. Miðlahúsið hevur eisini drúgvastu royndir við tíðindum á internetinum, sum hevur verið ein nátúrligur partur av redaktiónini síðani 1997. Miðlahúsið eigur tíðindaportalin in.fo, sum telist millum Føroya størstu tíðindasíður. Í Miðlahúsinum starvast um 25 fólk.

 

Mest lisið