Stúra fyri útbroti av nipah-virusi í India

Nipah-virus hevur einki við covid-19 at gera. WHO sigur, at deyðstíttleikin av hesum virusinum, sum er staðfest í India, liggur millum 40 og 75 prosent.

 

 

 

Eitt deyðiligt virus - rópt nipah-virus - órógvar nú myndugleikarnar í suðurindiska landslutinum, Kerala, har tey royna at fyribyrgja møguligari útbreiðslu av virusinum.

 

Tíðindastovan AP skrivar, at nipah-virus, sum einki samband hevur við koronu-virus, tók um dagarnar lívið av einum 12 ára gomlum dreingi.

 

Drongurin byrjaði at føla seg illa til passar, og blóðroyndir av honum vórðu sendar til ein stovn fyri virologi. Svarini váttaðu, at drongurin var smittaður við sonevnda nipah-virusinum.

 

Stutt fyri farna vikuskiftið varð drongurin lagdur inn á sjúkrahús, men tað eydnaðist ikki læknunum at bjarga lívinum á honum, og hann doyði sunnumorgunin.

 

Sambært AP hevði drongurin havt fleiri nærsambond, og myndugleikarnir í landslutinum í India stúra nú fyri einum útbroti í økinum av deyðiliga virusinum.

 

Nipah-virus varð fyrstu ferð staðfest í Malaysia í endanum av 1990-unum, og tað kann spjaðast við eitt nú frukt flogmús, svínum og við nærsambandi millum menniskju.

 

Sjúkueyðkennini kunnu vera fepur, høvuðpína, trupulleikar við andarásini og sár í hálsinum. Í ringasta føri kann smittan upplivast sum epilepsi-herðindi og heilabruni.

 

Sambært Heimsheilsustovninum WHO hevur nipah-virus ein deyðstíttleika, ið liggur millum 40 og 75 prosent, og tað finst eingin heilivágur móti virusinum.

 

##med2##

 

 

 

Mest lisið

Nipah-virus kann spjaðast við eitt nú frukt flogmús, svínum og við nærsambandi millum menniskju.