Tá neyðin var størst var Klæmint har

Heimasigurin ímóti Moldova ber við sær, at Føroyar enda ikki aftast, og nú verður bíðað eftir, at Eysturríki verður gestur í Føroyum

Sum seinni hálvleikur leið á Tórsvølli í kvøld, har Moldova var gestur, spøkti tankin, um tað aftur í kvøld skuldi enda soleiðis, at Føroyar einki mál skoraðu. Um tað endaði soleiðis, so høvdu tað verið tríggir heimadystir ella 270 minuttir pluss tað leysa, uttan at føroyska liðið hevði funnið vegin til meskarnar.

 

Tíbetur endaði tað ikki soleiðis. Føroyar vunnu 2-1. Øll málini vórðu skorað síðsta fjórðingin, og tá ið tað sá út til, at Føroyar við tvey mála leiðslu høvdu fult tamarhald á støðuni, bar verjukiks við sær, at Moldova minkaði um munin til 2-1, og so varð tað óneyðuga spennandi síðstu fáu minuttirnar.

 

Klæmint A. Olsen hevur higartil í ár ikki havt sítt besa kappingarár í heimligu kappingini.

 

Men á landsliðnum hevur hann aftur og aftur víst, at metmaðurin í føroysku kappingini avgjørt ikki hevur mist máltevið. Hann skoraði tvey mál í 5-1 heimasigrinum ímóti Liktinstein fyrr í summar, og í kvøld var hann aftur á rætta staðnum í røttu løtuni, tá ið neyðin var størst, um tað í hesum førinum ber til at siga tað soleiðis.

 

Ætlanin og vónin var, at tað fór at bera til at vinna favorittsigurin á heimavølli ímóti Moldova. Men inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki lá tað eins nógv í luftini, at mótstøðuliðið kundi fáa mál, sum møguleikin var fyri, at Føroyar fóru at skora og vinna.

 

So var tað, at Klæmint A. Olsen gjørdi hol í sjógvin, skoraði fyri áttandu ferð á landsliðnum við fínum stútara og gav liðfeløgunum ta eyka orku, sum skuldi til, og samstundis fóru mótstøðumenninir niður við høvdinum. Hallur Hansson átti fína innleggið, og nú er góður møguleiki fyri, at Klæmint umframt máltindin í landskappingini eisini fer at eiga máltindin á landsliðnum. Hann hevur skorað átta mál, og tað eru tvey mál fram til tindin, sum Rógvi Jacobsen framvegis eigur við tíggju málum.

 

Og lítla løtu seinni var 2-0. Heini Vatnsdal, sum í kvøld var miðverji allan dystin á tamb, setti bóltin í málið eftir horna úr vinstru, og eftir at innskifti Jákup B. Andreasen úr góðari støðu hevði sent bóltin í stólpan.

 

Hetta var fyrsta landsliðsmálið hjá vágbinginum í KÍ, sum í kvøld umboðaði føðilandið fyri 29. ferð.

 

Stutt frammanundan, at málini vórðu skorað, vóru tvær skiftingar á føroyska liðnum, og spælskipanin varð broytt til 4-4-2. Jóan Símun Edmundsson, sum ikki varð mettur at vera nóg birgur at spæla frá byrjan, varð settur inn í álopið, og Jákup B. Andreasen varð skiftur inn á miðvøllin fyri liðfelagan Odmar Færø, ið noyddist at taka seg úr miðverjuni. Tá varð Gunnar Vatnhamar fluttur aftur í miðverjuna.

 

Jákup B. Andreasen spældi beinanvegin við stórum sjálvsáliti, Jóan Símun Edmundsson fall væl inn í samanspælið við liðformannin Hall Hansson og Brand H. Olsen, sum aftur í kvøld var sera eyðsýndur í samanspælinum.

 

Fyrsti tímin var einki at reypa av. Leikferðin og neyvleikin vóru ikki av tí besta, hvørki annan vegin ella hin, og málmøguleikarnir vóru fáir og smáir.

 

Tað var sjáldan orsøk hjá Teiti Matras Gestsson í málinum at spíla seg út í føroyska málinum, og í hinum endanum hevði Odmar Færø besta møguleikan í fyrra hálvleiki eftir fríspark frá Brandi H. Olsen.

 

Lættin og fagnaðurin vóru stórur, og hóast tað varð eitt sindur stressað síðstu lítlu løtuna, so var tað við avrikinum síðsta hálva tíman í huga einki at siga til, at Føroyar vunnu. Sigurin ber við sær, at Føroyar hava fýra stig og fara ikki at enda aftast í bólkinum, og teir omanfyri 3000 áskoðararnir hava gloymt alt um nógva regnið og heysarkuldan í kvøld. Tað er so upplagt, at teir møta upp aftur, tá ið Eysturríki verður gestur á Tórsvølli. Eysturríki verður gestur 9. oktober og Skotland 12. oktober.

 

 

 

Føroyar – Moldova 2-1 (0-0)

 

1-0: Klæmint A. Olsen 67.

 

2-0: Heini Vatnsdal 71.

 

2-1: Milinceanu 84.

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø (Jákup B. Andreasen, 65.), Daniel Johansen – Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen (Hørður H. Askham, 86.), Meinhard E. Olsen (Jóan Símun Edmundsson, 65.) – Klæmint A. Olsen (Andreas Lava Olsen, 86.)

 

Mest lisið