Tað var einki hald í skuldsetingum um lógarbrot

– Men tað fær ongar avleiðingar, sigur landsstýriskvinnan

Tey funnu einki, sum bendi á, at stjórin í Bústøðum hevði brotið lógir og reglur

Tey funnu einki, sum bendi á, at stjórin í Bústøðum hevði brotið lógir og reglur

Tá í bústaðarfelagið, Bústaðir, vórðu umskipaðar herfyri, varð eisini eitt nýtt stýri valt fyri felagið. Men longu áðrenn nýggja stýrið fór til verka, tók ófriður seg upp, tá ið ein av nývaldu stýrislimunum, Tom Silvurdal, skuldsetti leiðsluna fyri Bústaðir fyri lógarbrot. Hann skrivaði eisini Almannamálaráðnum skriv um málið, visti KvF at siga.

 

Tað var serliga í samband við ætlanina at lutaíbúðir í Vági, at Tom Silvurdal skuldsetti stjóran fyri at bróta lógina. Eitt nú førdi hann fram, at eingin sáttmáli var um lendi og kloakkarbeiðið. Hann førdi eisini fram, at stjórin í Bústøðum hevði latið seg misbrúka í valstríðnum uppundir býráðsvalið í Vági til at fremja ætlanina.

 

Stjórin vísti øllum aftur, men í Løgtinginum í dag reisti Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, málið í Løgtinginum. Í tí sambandi spurdi hann landsstýriskvinnuna í bústaðarmálum, um tey høvdu kannað skuldsetingarnar um lógarbrot - og hvat úrslitið var. Hann vildi eisini hava at vita um hetta hevði fingið avleiðingar fyri nakran.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at tey í Almannamálaráðnum høvdu kannað málið, men at tey funnu einki, sum bendi á, at leiðslan í Bústøðum ikki hava virkað eftir forskriftunum. Men hon leggur eisini afturat, at hon helt ikki, at nøkur orsøk var til at gera meiri við málið.

 

Sirið Stenberg vísti á, at talan var um álvarsligar ákærur ímóti navngivnum fólkum og hon undraðist á, at alt heldur fram sum áður, hóast tað vísir seg, at ákærurnar eru ósannar.

 

Høgni Hoydal sigur, at tað er ómetaliga álvarsligt, at ein stýrislimur kann halda fram í stýrinum eftir at hava sett so grovar skuldsetingar fram – uttan at hald var í teimum.

 

– Hetta má fáa avleiðingar, tí hvussu kann landsstýriskvinnan grundgeva fyri, at ein stýrislimur verður sitandi, eftir at hava sett so grovar, men ósannar, skuldsetingar fram, spurdi Høgni Hoydal. Og hvussu kann tað gagna arbeiðnum hjá Bústøðum, spurdi hann eisini.

 

Mest lisið

Tey funnu einki, sum bendi á, at stjórin í Bústøðum hevði brotið lógir og reglur