Taka nú koronu av vandalistanum

Tann tíggjundi september verður støðan há koronu í Danmark, broytt

Nú skal korona ikki longur vera á listanum hjá myndugleikunum í Danmark yvir samfelagshættisligar sjúkur. Tað hevur danska heilsumálaráðið nú tikið støðu til.

 

Danski heilsumálaráðarrin, Magnus Heunicke, boðar frá í morgun, at tað verður tann 10. september, at korona verður tikið listanum og tað merkir samstundis, at tá missur stjórnin eisini tær serligu heimildir  hon hevur til at seta ymisk tiltøk í verki at forða fyri smittuspjaðing. Sama dag fella eisini allar korona - avmarkingarnar burtur.

 

Hetta merkir eisini, at frá 10. september verður korona flokkað sum ein vanlig influensa – men myndugleikarnir eru eisini greiðir yvir, at støðan kann broytast, og at nýggir variantar kunnu taka seg upp, sum kunnu elva til, at støðan aftur verður broytt.

 

Orsøkin til at danska stjórnin tekur hesa støðuna, er, at tey hava gott tamarhald á smittuni, samstundis sum at rættiliga nógvir danir nú eru koppsettir. Í Danmark hava 75 prosent av fólkinum fingið ta fyrru sproytuna og stívliga 70 prosent hava eisini fingið ta seinnu sproytna og eru sostatt liðugt koppsett.

 

Sosttatt eru danir komnir nakað væl longri við koppsetingini enn vit eru í Føroyum, tí her hava 68,6 prosent av føroyingum fingið ta fyrru sproytuna og 63,6 prosent hava eisini fingið ta seinnu sproytuna.

 

Mest lisið