Tit fara við okkum sum hundar rópar ákærdi yvirgangsmaðurin

Løgreglan var fult tilbúgving í dag, tá fyrsti rættarfundur var fyri islamistiska blóðbaðið í París í 2015, tá 130 fólk doyðu

Sera nógv miðlafólk eru við serliga bygda rættarsalin í París, tá rættarmálið byrjar. - Foto: Gonzalo Fuentes/Reuters

Sera nógv miðlafólk eru við serliga bygda rættarsalin í París, tá rættarmálið byrjar. - Foto: Gonzalo Fuentes/Reuters

Hin einast, ið slapp við lívinum í jihad-toyminum, sum framdi blóðbaðið í París í novemnber í 2015, hevur nú rættarmálið byrjaði gramt seg um, at hann og hini ákærdur fyri brotsgerðina »verða viðfarin sum hundar«.

Salah Abdeslam rópti av ákærubeinkinum, fýra tímar eftir at tað umfatanadi rættarmálið fór í gongd.

Víðari segði fransk-marokkanin hart, at hann »ongantíð hevur gramt seg«.

– Tí vit rísa upp aftur eftir deyðan.

20 fólk sita á ákærubeinkinum í rættarmálinum. Roknað verður við, at rættarmálið fer at taka níggju mánaðir. Talan er um tað versta yvirgangsálopið í Frankaríki síðani annan heimsbardaga.

31 ára gamli Adeslam er úr býarpartinum Molenbeed í belgiska høvuðstaðnum, Brússel. Hann bar eitt bumbubelti lagnukvøldið í París - 13. november í 2015. Men hann náddi ikki at spreingja bumbuna.

Hann hevur verið isolatiónsfongslaður tað mesta av tíðin síðani apríl í 2016.

 

##med2##

– Eg eri hermaður fyri Islamsikan Stat, segði hann, tá rættarmálið byrjaði.

Løgreglufólk í stórum tali er í og kring rættarbygningin Palais de Justice. Har er rættarfundurin í einum serliga bygdum rættarsali.

Gøtur kring dómstólin vóru stongdar, bæði fyri bilum og fólki til gongu.

Franski innanríkisráðharrin, Gérald Darmanin, segði, at trygdartiltøkini eru stór. Hann minti á, at tað er vandi fyri nýggjum álopum – »júst tá eitt rættarmál um yvirgang fer í gongd«.

– Eg heiti á øll um at vera á varðhaldi, segði Darmanin við útvarpsstøðina France Inter.

Vápnaði menn við sjálvmorðsvestum lupu á seks barrir og matstovur, spælistaðið Bataclan og tjóðarleiksvøllin og settu djúp spor eftir seg í franska samfelagnum.

– Ta náttina vórðu vit øll tveitt út í ræðslu og óhumsku, sigur Jean-Pierre Albertini, hvørs 39 ára gamli sonur, Stephane, varð dripin á Bataclan.

Hesar níggju mánaðir, meðan rættarfundir eru, luttaka fleiri enn 1800 ákærar og 300 advokatar.

Franski løgmálaráðharrin, Eric Dupond-Moretti, hevur áður lýst rættarmálið sum »sum eitt enn ósætt rættarligt maraton«.

Hernaðarliga rørslan Islamiskur Statur (IS) tók ábyrgdina av álopinum. Hildið verður, at illgerðin er løgd til rættis í Sýria.

/ritzau/AFP

 

Mest lisið

Sera nógv miðlafólk eru við serliga bygda rættarsalin í París, tá rættarmálið byrjar. - Foto: Gonzalo Fuentes/Reuters

Ein tekning úr rættinum í París í dag av høvuðsákærda salah Abdeslam í blóðbaðnum á 130 fólk í franska høvuðsstaðnum París í 2015. Eg eri hermaður fyri Islamiskan Stat, segði tann 31 ára gamli á fyrsta rættarfundardegnum. - Foto: Alain Jocard/Ritzau Scanpix