U21 hjálparvenjarin: Hetta var fantastiskt (FM1)

(FM1) Hoyr drúgvu samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Atla Gregersen, hjálparvenjara hjá føroyska U21-landsliðnum fyrr í dag

##med2##

 

- Hetta var fantastiskt.

 

- Hesar løturnar koma ikki so ofta fyri, og somikið søtari eru tær tá tær koma fyri.

 

Orðini eigur hjálparvenjarin hjá føroyska U21-landsliðnum, Atli Gregersen um glæsiliga 1-1 javnleikin hjá U21-landsliðnum hjá verandi heimsmeistarum, Fraklandi.

 

Saman við 1-0 sigrinum móti Russlandi í 2009 er talan um eitt av tveimum teimum bestu, um ikki tað besta úrslitið hjá føroyska U21-landsliðnum nakrantíð.

 

Atli fortaldi Tróndi Arge á FM1 seinnapartin í dag, at hann og venjarin, Sámal Erik Hentze hugdu eftir dystinum hjá Fraklandi móti Norðurmakedonia, ið Frakland vann greitt tríggjar ferðir ígjøgnum á flogferðini úr Armenia og aftur til Føroya.

 

Tróndur bað eisini Atla meta um dystin hjá A-landsliðnum móti Moldova á Tórsvølli í kvøld.

 

FM1 sigur sjálvandi beinleiðis frá dystinum. Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo 

 

 

 

Mest lisið