Útselt til dystin millum Danmark og Føroyar í Parkini

Tað veðrur fult hús á áskoðaraplássunum í Parkini, tá Danmark møtir Eysturríki og Føroyum, boðar DBU frá í dag.

 

Danska fótbóltslandsliðið hevur beina kós til HM í Qatar í 2022, og tað sæst aftur í áhuganum fyri heimadystunum.

Eftir at tað varð útselt móti Skotlandi og Ísrael farnu vikuna kann Dansk Boldspil Union nú eisini boða frá, at alt er útselt til HM  undandystirnar ímóti Føroyum og Eysturríki í heyst.

Fjepparafelagið hjá danska landsliðnum hevur havt forkeypsrætt til atgongumerkini.

Samskiparin hjá DBU, Anders Hagen, er spentur upp á stóru upplivingina.

Danmark møtir Eysturríki í Parkini 12. oktober, og 12. november er dysturin millum Danmark og Føroyar, sum altso verður fyri fullum húsum í Parkini.

Danska landsliði er um at hava tryggjað sær – matematiskt – ferðaseðilin til HM eftir seks sigrar í seks dystum.

 

/ritzau/

 

Mest lisið