Vága kommuna: Skipa fyri verkætlan um børn og ung

Dorthea Højgaard Dam byrjar í starvinum 1. oktober

Eitt tað fyrsta, nýggja býráðið í Vágum gjørdi, tá tað kom til í januar 2021, var at seta ein arbeiðsbólk at koma við eini frágreiðing og tilmælum um, hvussu barna- og ungdómsøkið í Vága kommunu best kann skipast.

 

Uppgávan hjá arbeiðsbólkinum var, at kanna hvørji tilboð, bæði kommunal og onnur, eru í kommununi, og at kanna hvør tørvur er á nýggjum og fleiri tilboðum til børn og ung.

 

– Í tilgongdini at orða tilmælini, vórðu ymiskir partar hoyrdir og stórur dentur varð lagdur á at hoyra tey ungu, og at taka útgangsstøði í teirra hugsanum og ynskjum til eitt gott barna- og ungdómslív sum er livandi, mennandi og fjølbroytt, sigur kommunan.

 

Frágreiðingin varð handað Bjarna Prior, borgarstjóra, sum legði hana fyri býráðið til støðutakan fyri summarsteðgin.

 

– Býráðið avgjørdi at fylgja tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum um, at seta ein verkætlanarleiðara, at arbeiða víðari við teimum tilmælunum arbeiðsbólkurin var komin við.

 

Avgjørt er, at seta Dortheu Højgaard Dam, virkandi leiðara á Smílikulluni og Ungdómshúsinum í tíðaravmarkað verkætlanarstarv, at fremja verkætlanina og skipa arbeiðið. Dorthea er útbúgvin námsfrøðingur og hevur drúgvar royndir í leiðandi størvum innan hjálparfelagsskapir og at útvikla og gjøgnumføra langtíðarætlanir saman við privatum og almennum myndugleikum í Íslandi.

 

Dorthea Højgaard Dam byrjar í starvinum 1. oktober.

 

– Eftir ætlan, koma vit at síggja fyrstu úrslitini frá verkætlanini frá 1. januar 2022, sigur kommunan.

 

Mest lisið