Vágs Kappróðrarfelag opið hús í nýggjum neysti

Leygardagin 11 Sep. kl 14:00, verður nýggja neystið hjá Vágs Kappróðrarfelag tikið alment í nýtslu.

 

- Gleða okkum at vísa nýggju og snotuligu hølini hjá felagnum fram. Hjartaliga vælkomin á gátt. Vit bjóða kaffemunn og okkurt gott afturvið, skrivar VK á sínum facebook vanga.

 

Vágs Kappróðrarfelag seldi herfyri gamla neystið, og keypti eitt pakkhús miðskeiðis á bryggjuøkinum í Vági. Hetta eru hølini, har eittnú SSL áður hevur havt pakkhús. Húsini eru sett í stand og umframt neyst, eru felagshølir í ovara hæddini, og umstøður til venjing og inniróður.

 

Tann 11. september er eisini Johannudagur í Vági, ið sluppin Johanna TG 326 skipar fyri, so óivað finna nógv fólk leiðina á bryggjuna hendan dagin.

 

Mest lisið