Video: Tá oyru eru eygu

Føroya Blindafelag letur í dag tann fyrsta av trimum filmsbrotum úr hondum, ið lýsa tilveruna sum blindur í Føroyum

Filmarnir skulu økja um tilvitanina um tær avbjóðingar, ið blind og sjónveik hava í gerandisdegnum.

 

Fyrsti filmurin verður partur av Gev Gætur sendingini í Kringvarpinum í kvøld eftir Dag og viku, men kann longu nú síggjast á Youtube og Facebook.

 

Filmarnir eru allir filmaðir í myrkri og lýsa støðuna sum blindur við, at bert tað, ið hoyrist er sjónligt. Oyruni gerast eyguni hjá hyggjaranum eins og tey eru hjá tí blinda.

 

Seinastu 20 árini hava vit í Gev Gætur sendingini í KVF sæð somu filmsbrot um lívið sum blindur, víst umaftur og umaftur. Tíðarinnar tonn hevur tugt tey væl, og hóast tey enn hava sína sjarmu, so eru bæði luttakarar í filmunum og støðurnar í filmunum broyttar rættiliga nógv.

 

Fyrsti av nýggju filmunum er um ferðslu, og tær avbjóðingar, ið el-bilar og aðrir ljóðleysir bilar geva teimum sjónveiku.

 

Hóast filmarnir er eitt rættiligt lop frá 20 ára gomlu filmunum, so er Ruth Thomsen, forkvinna í Føroya Blindafelag, nú sum áður høvuðsleikari, eins og fleiri av teimum, ið vóru í gomlu filmunum, eru við aftur hesaferð.

 

Tað er Nudlavirkið, ið hevur ment hugskotið og staðið fyri framleiðsluni í samstarvi við Friisframe, ið tók sær av film og klipping. F.H. Studio hevur ment ljóðmyndirnar og Katrin Joensen-Næs hevur leikstjórnað.

 

Filmurin kann síggjast her:

 

##med2##

 

Mest lisið