Vilja skerja rættin hjá bankunum at taka ómaksgjøld

Í næstum fer Løgtingið at viðgera eitt uppskot um at avmarka rættin eitt sindur hjá bankunum at krevja avgjøld frá viðskiftafólkunum

Tað eigur at verða ókeypis hjá fólki at taka pengar úr bankanum. Tað halda tey í Tjóðveldi og nú hava tey lagt uppskot fyri Løgtingið um tað.

 

Í hesum sambandi vil Tjóðveldi hava Landsstýrið at leggja eitt lógaruppskot fyri Løgtingið um at tryggja fólki góða, og ókeypis athongd til pengarnar, tey sjálvi eiga í bankanum.

 

Tjóðveldi vísir á, at hesi seinastu árini eru bankarnir farnir at lata deildir sínar aftur á teimum smærru plássunum í landinum. Bankarnir hava enntá tikið fleiri sjálvtøkur kring landið niður við teirri grundgeving, at tær ikki bera seg fíggjarliga.

 

Og samstundis eru alsamt fleiri ómaksgjøld løgd á grundleggjandi bankatænastur.

 

– Peningastovnarnir eru nú, allir sum ein, farnir at taka gjald frá viðskiftafólki fyri at taka pening út. Annar av teimum stóru bankunum tekur heilar 50 krónur í gjaldi fyri hetta, siga tey í Tjóðveldi.

 

Sostatt skulu viðskiftafólkini rinda fyri at fáa sín egna pening úr peningastovninum. Talan kann vera um pening, tey hava fingið í løn, í pensjón, ella pening, tey hava sett á bók.

 

­– Sostatt tekur peningastovnurin gjald fyri pening, ið peningastovnurin ikki eigur, staðfesta tey í Tjóðveldi.

 

– Hetta eigur at verða broytt, so at fólk kunnu taka sín egn pening úr peningastovninum, uttan at rinda fyri tað siga tey.

 

Tí vilja tey hava Løgtingið at heita á Landsstýrið um at syrgja fyri, at fólk fáa góða, og ókeypis, atgongd til at taka pening úr peningastovnunum.

 

Mest lisið