Vit gita: Lyklaspælarar byrja ikki

Landsliðið: Tað er tekin um, at Sonni Ragnar Nattestad, Brandur Hendriksson og Jóan Símun Edmundsson ikki spæla í kvøld

Tað er líkt til, at Sonni Ragnar Nattestad, Brandur Hendriksson og Jóan Símun Edmundsson ikki eru við frá byrjan, meðan René Shaki Joensen hevur leikbann, tá føroyska landsliðið spælir triðja og seinasta dystin í hesum landsliðsumfarinum.

 

Sonni Ragnar Nattestad bleiv skiftur út í dystinum móti Danmark við skaða, og verður ikki tøkur til dystin í kvøld. Í hansara stað kemur Heini Vatnsdal. René Shaki Joensen, sum spældi á vinstra bakki, bleiv útvístur og hevur leikbann. Í hansara stað væntast liðfelagin úr HB, Daniel Johansen, at avloysa.

 

Til landsliðsvenjingina í gjár bleiv Brandur Hendriksson skaddur í knænum. Tað ljóðar, at tað er ivasamt um hann spælir í kvøld. Um hann ikki spælir, so verður tað helst Tróndur Jensen úr NSÍ, sum kemur í hansara stað.

 

Eisini Jóan Símun Edmundsson tykist dragast við onkrar trupulleikar. Hann bleiv millum annað skiftur út í seinasta dystinum fyri Beveren, undan landsliðssteðginum. Um Jóan Símun Edmundsson ikki spælir, so verður tað helst Klæmint A. Olsen.

 

Tað kundi sæð út sum, at Teitur M. Gestsson fær afturval saman við Gilla Rólantssyni, Odmari Færø, Gunnari Vatnhamar, Halli Hansson, Meinhardi E. Olsen og Sølva Vatnhamar. Hetta eru bert gitingar og helst verður arbeitt við at fáa Brand Hendriksson og Jóan Símun Edmundsson klárar til dystin.

 

Vit gita: Føroyar (4-3-3/4-5-1)

 

Teitur M. Gestsson – Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Daniel Johansen – Hallur Hansson, Gunnar Vatnhamar, Tróndur Jensen – Meinhard E. Olsen, Sølvi Vatnhamar, Klæmint A. Olsen.

 

Mest lisið